Føroyski áleyparin, Jákup Thomsen, sum sleit krossbandið í juli, má halda steðg í eitt gott hálvt ár afturat. Hetta er longri enn fyrst varð roknað við.
Tað kunnger hann sjálvur á instagram, har hann gevur eina stutta dagføring um hvussu tað stendur til við skaðanum.
- Skurðviðgjørdur fyri trimum mánaðum síðan, og vónirnar vóru, at eg var skaddur í 6-7 mánaðir. Í dag eru skaðatíðin longd við 5-7 mánaðum, skrivar hann.
Við bold.dk sigur hann í dag, at orsøkin til longda skaðasteðgin er at bróskið ikki er lekt nóg væl, men at hann roynir at hanga í.
- Eg eri við gott mót, og hóast teir siga seks til sjey mánaðir, so kenni eg á mær, at beinið er sterkt, og tað einasta, sum irreterar meg, er tann lítla pínan, ið eg fái, sigur hann.
21 ára gamli Jákup Thomsen hevur sáttmála fram til 2022 við danska FC Midtjylland, haðani hann seinast varð útleigaður til íslendska FH.
Jákup náddi at spæla ein dyst í verandi EM-undankapping fyri A-landslið. Hetta var í 2-1-tapinum á Malta, har hann skeyt føroyska málið.