Skakandi tíðindi við Gjógv – Meslingar ganga í Vági!

Í seinasta partinum greiðir Dinnafía frá, tá hon var í fiski í Vági í 1935. Men nú fara meslingar at ganga, og tað var ikki gamans­leikur. Dinnafía hevur verið forlovað fleiri ár, so nú var tíðin komin, at tey fóru at setast í búgv. Men hetta mátti vera við skili
Summarið 1935 hendi tað, at meslingar fóru at ganga í Vági seinast í juni. Hetta sæst fyrstu ferð í Føroyatíðindi 29. juni, har tað verður sagt, at síðan meslingar vóru staðfestir umborð á Tjaldrinum, hava »enkelte tilfælde« av meslingum verið á Tvøroyri og Vági. Hetta frættist eisini við Gjógv. Og var tað nak­að, fólk ræddust, so vóru tað meslingar. Teir høvdu ikki gingið við Gjógv í 30 ár. Tískil vóru nógv fólk í bygdini, sum ikki høvdu havt hesa sjúku. Meslingar vóru meinaleysir fyri børn, men fyri vaksin kundu teir vera deyðiligir. Eg og Lena fingu telegramm frá mammunum um at koma norður beinanvegin. Vit máttu so fara at siga hetta við Magnus Dahl, at mammurnar høvdu sent boð eftir okkum at koma norður, tí tær ræddust meslingarnar.
Vit máttu so fáa goldið út tað, sum vit áttu til góðar. Eg minnist, at eg fekk ein kekk, og hetta var fyrstu ferð í lívinum, at eg sá ein slíkan. Hann ljóðaði uppá 100 kr. Hetta var nú ikki so grúiliga lítið, og eg var nøgd.
Vit fóru so norður, eg og Lena í Horni. Hon giftist seinni við Óla hjá Frans á Argjum.
Tá ið vit koma til Gjáar, verða vit innisperraðar, sum tey søgdu, fyri at sleppa undan at onnur skuldu verða smittaði, um vit sjálvar longu vóru smittaðar og fóru at gerast sjúkar.
Vit løgdu nú ikki so nógv í tað. Eg búði niðri í Jákupsstovu hjá ommu míni. Hon var einsamøll í húsi og hevði havt meslingar, so her var eingin vandi. Men vit sluppu ikki millum fólk í einar 14 dagar. Tá var vandin av, og tað vísti seg, at vit ikki vóru smittaðar.
Seinni koma so hinar gjáar­genturnar norður, men tær sluppu undan at verða innisperraðar. Tær genturnar fóru so allar suður aftur í august. Meg eg fór ikki og hevði ikki ætlað tað heldur. Eg hevði nú sæð Suðuroynna, og tað var nóg mikið at gera við hús. Eg skuldi heldur ikki útsetast fyri at fáa meslingar, sum framvegis gingu kring landið, og sum tey framvegis ræddust sera illa.
Hesir meslingarnir vóru so sera ringir. Teir vóru upprunin til ta farsótt, sum stavaði frá mes­linga­grindini í Gøtu í desember 1935. Her komu menn nógva staðni frá, og teir vórðu vist smittaðir í grindadansinum. Teir bóru so smittuna til húsa aftur, og nógv fólk doyðu bæði í Gøtu og aðrastaðni.
Meslingarnir komu eisini til Gjáar, og tá doyði eitt systk­ina­barn mítt, Palli, ein nýgiftur mað­ur. Tað sama var við eini av nevndu eiðisgentum, Signy. Hon doyði suðuri í Vági og kom norður til Eiðis í kistu.
Meslingarnir høvdu gingið í 1916, tá fleiri doyðu millum annað í Gøtu, sum tað eisini hevur verið greitt frá í FF-blað­num. Meslingarnir komu tá so langt sum til Funningsfjarðar, men teir komu ikki til Gjáar.
Við Gjógv høvdu meslingarnir ikki gingið síðan 1905, og tá doyði ein beiggi Dánjal Klein, Óla Kristian, sum var giftur við fastur Jógvan Sofus. Hann doyði frá fimm smábørnum. Tað kann verða skoytt uppí, at Dánjal Klein var formaður í Før­oya Fiskimannafelag 1941-1952. Ein frásøgn um hann kann síggjast á heimasíðuni hjá Føroya Fiskimannafelag blað nr. 327.
Pápi fekk meslingar tá, og eisini Kristian pápabeiggi. Pápi var øgiliga ringur. Eg haldi, at allir menninir vóru ikki afturkomnir av skipi, tá ið Óla Kristian doyði. Hetta var í oktober. Pápi Jógvan, Jóhan, hevði ikki havt meslingar, og tað hevði Óli Andreas, pápa­beiggi, heldur ikki havt. Teir máttu tískil skýggja fyri at sleppa undan at verða smittaðir, og teir fóru so at búgva í Jógvansstovu, haðani gamli lærari í Leirvík, Andreas, var slektaður. Maria í Jógvansstovu hevði havt meslingar, og hon kundi vera um teir.

Tuberklar
Tað vóru eisini nógvir tuberklar við Gjógv. Hetta er annars eitt evnið, sum varð væl lýst í FF-blaðnum í 2006. Hetta minnist eg eisini frá barnaárunum, tá vit vistu, at onkur smittaði. Hetta var ein maður, sum spýtti í krukkur. Hann hevði verið á sanatoriinum. Men hann doyði so í 1925. Eitt systkinabarn mítt, Kristina Súsanna í Sámalsstovu fekk tuberklar í 1926. Hon doyði 17 ára gomul av hesi sjúku. Tað sama gjørdi ein, sum æt Lena Fía, 16-17 ára gomul. Marianna og Jana doyðu eisini. Tað doyðu so nógvar ungar gentur.
Tá var eg ikki so vaksin. Vit blivu øll pirkað í 1926, tá ið Dinna á Rætt fekk tuberklar. Tá hevði eg longu pluss og var ikki í smittu­vanda. Mamma vistu einki um, at eg nakrantíð hevði verið sjúk, sum kundi havt givið mær pluss. Hini systkini høvdu ikki pluss, og vóru tískil ikki smittaði, men vóru tí í smittuvanda. Mamma helt bara, at eg mundi hava fingið smittuna frá einum í grannahúsinum, í Hoygarðinuum, sum plagdi at ganga so nógv inni hjá okkum. Tvær systrar doyðu á Rætt. Tann eldra, Kristina, doyði í 1934, 22 ára gomul, og tann yngra, Fía, doyði í 1940, 24 ár gomul. Eg var dupult systkinabarn teirra.
Eisini Kristoffur í Sámalstovu, beiggi Kristinu Súsonnu, doyði av tuberklum. Hann var eisini systkinabarn mítt.

Tøting
Tøting var eisini ein fastur tátt­ur í bygdarlívinum. Ullin var grundar­lagið fyri hesum, og hon varð karðað, spunnin, bundin og vovin til klæði. Skipstroyggjur vóru bundnar í hópatali, og hetta var ikki minst undir krígnum.
Vit høvdu komfýr heima. Eg minnist bara eitt hús, sum hevði fýrstað. At lýsa heima við høvdu vit petroleumslampur. Tað sum kallaðist storm king, ið virkaði eins og ein primus og skuldi pumpast, kom ikki fyrr enn seinni. At kóka við var eisini primussur brúktur.

Telefon og vatn
Telefonin kom longu í 1907 til Gjáar, og hevur Gjógv verið millum tær fyrstu bygdirnar at fáa henda hentleikan. Fyrsta telefonin í Føroyum kom í 1906. Fyrstu húsini við telefon var Ólastovu. Hetta var í húsunum, har Jákup Pauli var úr. Pápi Jákup Paula var Poul Biskopstø. Hann var ættaður úr Klaksvík, sum greitt hevur verið frá fyrr. Her var telefonin í 9-10 ár. Í 1916 fór telefonin niðan á Heyggj til Dánjal Klein. Tá ið hon fór haðani, fór hon til Óla Debes, og her var hon alla mína tíð. Vatnið kom inn í húsini í 1905, og var hetta bara fá ár eftir, at tað kom í húsini í Havn.

Prestar
Tað var bert ein prestur í Eystur­oynni, og hann var á Nesi. Hann hevði nógvar kirkjur at røkja, so tað var langt ímillum, at hann kom. Kirkja kom ikki við Gjógv fyrr enn í 1929, áðrenn tað var Funningur kirkjubygd fyri Gjógv. Tá ið prestur kom til Funnings, komu samstundis messuboð til Gjáar. Farið varð síðan til gongu til Funnings í kirkju. Okkurt viðføri mátti havast við, sum til dømis altarsklæðini, ið vóru havd í eini eskju. Í Funningi høvdu vit føst hús at fara inn í, har vit vanliga fingu ein bita og eisini møguleika fyri at skifta klæðir. Nógv Gjáar­­fólk fóru inn hjá Sjúrða hjá Haraldi, mamma hansara var slektað frá Gjógv. Tað var eitt vælahús. Men fólkini her eldust og gjørdust verri fyri at taka ímóti fólki. Tá fóru tey á Rætt og omma í Jákupsstovu at halda til hjá Osvaldi og Karolinu. Tað kann verða nevnt her, at Karolina var systir tann eldra Knút skómakaran í Havn og fastir »yngra Knút«. Hon var eisini systir Fíu Egholm og Nellu, fyrru konu »Keisaran«, sum eisini búðu í Havn. Ein sonur Karolinu og Osvald var Jóhannes skómakarin í Fuglafirði, ið doyði fyri kortum, og dóttirin Malla gjørdist 100 ár.
Karolina og omma í Jákups­stovu vóru trímenningar, og Os­vald var í ætt við abba á Rætt. Mamma og pápi fóru yvir til Eiðis-Siggu og Kristian, bóndan. Eiðis-Sigga og pápi vóru trímenningar.
Men prestur kom onkuntíð til Gjáar at bírætta tey, sum ikki orkaðu til Funnings.
Eg minnist, at omma á Rætt lá í seingini, og at prestur var uppi á loftinum, og tað sama var við øðrum gomlum í bygdini.
Tá ið fólk doyðu við Gjógv, vórðu tey, um veður var til tess, førd við báti til Funnings at verða jarðað. Annars vóru tey borin. Hetta minnist eg ikki, men Jógvan Sofus minnist tað, tí hann er fýra ár eldri. Tey síðstu fólkini frá Gjógv, sum vórðu jarðað í Funningi, doyðu í 1917.
Onnur var Marin Sofía, mamma Drikku, sum gjørdist 105 ára gomul. Hon doyði á Fløtti hjá dóttrini. Hin var Súsanna Malena, kona Stovu-Pól. Tær fóru til gravar dag um dag.
Tá kom kirkjugarður við Gjógv og var hetta fitt, áðrenn kirkjan kom. Í 1918 doyði eingin við Gjógv, og í 1919 varð fyrsta fólk jarðað við Gjógv. Hetta var kona Kristian pápabeiggja, Marin Kristianna, ið var 39 ára gomul.
Jógvan minnist, tá ið abbi hansara Jógvan og Poul Biskop­stø vóru jarðaðir. Hetta var í 1916. Jógvan er føddur á vári í 1913 og abbi hansara doyði á heysti. Poul doyði á sumri. Pápi bygdi í 1916. Avlop av húsa­viði­num fingu tey til kistu. Hetta var jú undir 1. heimskríggi, tá var so ringt at fáa tilfar. Abbi á Rætt og Jóhan í Nýggjustovu vóru fastir kistusmiðir. Teir vóru eisini húsasmiðir.
So vórðu líkini borin til Funn­ings, tá tey ikki kundu førast. Bygdarfólkið, sum ikki fór við til Funnings, plagdi at fylgja heim á Heygarnar, einar 400 metrar frá húsunum.
Hetta var sjálvsagt ein tung byrða, so teir vóru tvey hold av berarum, tilsamans 16 mans, sum skiftust.

Barbustova
Tað komu tvær systrar úr Barbu­stovu í Syðrugøtu til Gjáar. Omma Jógvan, Súsanna Frede­rikka, var onnur teirra, og hin æt Elspu Lena.
Tann eldra var Súsanna Frederikka, og man Elspa Lena so vera komin til systur sína og hevur so funnið drong. Tær vóru døtur Barbu av Blankskála og Pætur í Barbustovu.
Súsanna giftist við Jógvan Joensen í Blásastovu, og tey fingu 5 børn. Yngst av teimum var Jóhan, pápi Jógvan Sofus.
Elsebeth Elena giftist við Klæmint Joensen í Nýggjustovu. Tey fingu fýra børn.
Undan teimum báðum var Jógv­an í Barbustovu, beiggi Pætur, komin til Gjáar, og hann var oldurabbi mín. Hann kom í Jákupsstovu og giftist við dóttur Heina bónda, sum var giftur við Marjuni Trondesen, sum var av Lækjuni í Syðrugøtu. Hon var seinna kona Heina, ið var einkjumaður.
Tað er ein søga um, tá Jógvan kom norður í fríggjaraørindum. Heina bónda dámdi einki fríggj­ararnar hjá døtrunum, og Jógvan var einki undantak. Aftan á varð Heini spurdur, hvussu honum dámdi biðilin. Svarið var: »Svartur sum ravnur. Nytrur glitra í vanga.« Hetta vóru lýs. Jógvan hevði sett fríggjarastavin út um. Tá børnini fóru at kanna stavin segði Heini: »Ikki røra, pulurin eigur.« Pulurin merkir fuglur, og kanska hevur Heini sipað til, at tað var ein skuri, sum átti stavin!
Okkara felags uppruni úr Barbustovu merkir, at Jógvan Sofus er fermenningur mammu mína.
Hetta merkir, at ein stórur partur av gjáarfólki er ættaður úr Barbustovu. Annars var Barba ættað av Blankskála og kom sum barn til Gøtu, tá pápi hennara doyði.
Tá Barba gjørdist einkja, flutti hon til Gjáar at vera hjá dótrini Elspu Lenu, men tá hon gjørdist gomul, flutti hon aftur til Gøtu at doyggja.

Komu til Gjáar at dansa
Sjálvt um gjáarfólk vóru tilvitað um hetta, var ikki so nógv bein­leiðis samband millum ættarfólkið. Men tá ið tey komu á leiðirnar hjá hvør hjá øðrum, vitjaðu tey hvønn annan, sum greitt er frá, tá ið Jógvan beiggi konfirmeraðist í Gøtu.
Naena hjá Poul Amaljari í Barbustovu minnist eisini, at tá skyldfólk frá Gjógv komu á leiðina, komu tey eisini inn á gólvið hjá ættini í Gøtu.
Annars minnist eg sum smá­genta, at gøtumenn plagdu at koma til Gjáar at dansa á jólum. Millum hesar minnist eg Óla Hans frá Gøtugjógv og beiggja hansara Hendrik. Serliga minnist eg hetta á jólum 1925, tá eg var 8 ár. Jógvan beiggi var 6 ár. Eg minnist, at Óla Hans gav Jógvani ein einkrónuseðil. Hetta var grúiliga nógv, ein heil króna! Tá hevði Óli Andrias, pápabeiggi, ført Langanes. Hetta vóru slíkir menn, sum høvdu verið við honum til skips. Hendrik hevði verið bestimaður hjá honum.
Teir ferðaðust hús úr húsi og fingu bæði mat og drekka og harafturat upp í munnin. Pápi drakk ongantíð, men hann kundi smakka sær á. Eg minnist, at teir vóru inni í Stólpa, og konan í Stólpa, Jacobina, var dóttir Elspu Lenu og Klæmint. Maður hennara æt Jákup. Pápi og hann røktaðu í Gjáarlíð. Tey komu so nógv saman, og tað var væl millum húsini.
Tá ið teir komu at dansa, plagdu teir at kom 2. jóladag seinnapart, og teir mundu vera einar tveir dagar. Teir høvdu føst hús at halda til í. Sjálvir plagdu gjáarmenn at fara til Víkar at dansa og eisini til Funnings.
Tá mamma var ung, komu tey eisini úr Kollafirði til Gjáar at dansa. Hon mintist millum annað Samma-Jóannes. Dansistova var komin í 1907. Tá høvdu teir ungu dreingirnir í bygdini bygt dansistovuna. Eg var 14 ár, tá hon var niðurbrotin. Tá var hon blivin so ring. Tá fóru teir at dansa onkra aðrastaðni.

Bíðaðu at giftast til pengar vóru í kassanum
Vit giftust 3. desember 1937. Tá høvdu vit longu bygt, og húsini høvdu staðið klár í eitt ár. Vit kundu havt verið gift í 1936, men vit vóru framvegis so ung, 19 og 23 ára gomul. Men tá vóru vit liðug við pengarnar, sum vit høvdu havt tøkar. Vit høvdu goldið húsini kontant. Men at giftast og einki oyra at eiga niðurfyri, tað bar ikki til. So fór Jógvan til skips eitt ár afturat at forvinna pening til húsarhaldið, og tá giftust vit. Tá var eg 20 ár, og Jógvan var 24. Tá vóru vit ikki so grúiliga ung. Annars var Jógvan altíð til skips, og tá var hann við Stellu Mariu.

Søgan um eina kúgv
Vit høvdu ikki kúgv beinanvegin, tí vit áttu ikki sýru í vegg, sum tað verður sagt. At hava jørð var fortreytin fyri at kunna føða eina kúgv. Vit fingu ikki kúgv fyrr enn í 1949, tá ið vit keyptu tríggjar gyllin í jørð, sum gav okkum so mikið av hoyggi, at vit kundu føða kúnna um veturin. Henda jørðin kostaði 11.000 krónur, og hetta var nógv tá. Men okkum manglaði tó ikki mjólk, tí heima hjá foreldrunum hjá okkum báðum, høvdu tey neyt og nóg mikið av mjólk.
Vit sóu í bløðunum, at ein kúgv í Nólsoy var til sølu, og so ringdi Jógvan Sofus til Nólsoyar. Tey søgdu, at kúgvin var seks ára gomul, og hon skuldi kosta 700 krónur. Hon mjólkaði 12 pottar, tá ið hon hevði kálvað. Vit keyptu so hesa góðu kúgv, men tá legðist hann við landsynnings tømingi. Tað var ikki farandi um fjørðin við henni. Men so ein seinnapart fáa vit boð av Oyri, at teir vóru komnir við kúnni, og at hon stóð í einum fjósi á Oyri. Teir høvdu ført hana við einum útróðrarbáti, sum æt Sævarenni.
So segði Jógvan Sofus, at vit vildu gjalda meira fyri kúnna fyri henda ómakin, men tað vildu tey ikki hava. Vit fóru morgunin eftir til Oyrar eftir kúnni. Vit gingu yvir á Bakka og síðani í Eiðisbilin til Oyrar. Kúgvin mátti leiðast allan vegin til Gjáar. Vit fingu hana norður til Ljósá tann dagin. Vit gistu í Ljósá, og dagin eftir koma vit við kúnni til Gjáar. Vit fingu eina so sera góða kúgv. Fyrst mjólkaði hon 12 pottar, sum var tað vanliga hjá henni, men so góvu vit henni rugmjøl afturat hoynum, og tá kom hon upp á 17 pottar. Tað var so merkiligt, at hon kálvaði mest kvígukálvar, so eingin bleiv dripin. Ein kálv settu vit við. Undan seinnu kúnni fór ein kálvur til Svínoyar, Brattaberg í Vági fekk ein, ein varð við Gjógv, og ein fór til Tummas á Kjalnesi. Henda kúgvin royndist líka væl sum tann fyrra. Vit hava verið sera heppin í so máta.
Men tað var ikki altíð, at tað eydnaðist so væl við neytum. Heima hjá Jógvani høvdu tey stórar trupulleikar við neytum. Tey høvdu eina kúgv, sum seyg seg sjálva, og so var hon óð.
Jógvan Sofus: »So sigur djóra­læknin, hvussu vit skuldu bera okkum at. Vit plagdu at biðja menn um at halda haftinum. Tað var ikki komandi fram at kúnni. Eg tosaði sum drongur við djóralæknan, Carl Johan Bech. Hann segði, at tað ráddi um at fáa aðra hondina um hornið og hina í nasagluggarnar, og eg skuldi boyggja so fast og so langt aftur, til kúgvin stóð still. Um hon hoykti seg niður, skuldi eg einki leggja í, eg skuldu bara halda henni. Soleiðis gekk tað fyri seg, meðan tey høvdu kúnna inni. So kom pápi aftur av skipi. Tá sigur mamma, at nú fara vit at drepa kúnna. Men hetta vildi pápin ikki ganga við til.
Men tað var ein onnur kúgv ella kvíga hjá Kristjani á Rætt. Hon var so vøkur og hevði so vøkur horn eisini. Tað var ikki komandi fram at henni, tá ið hon hevði kálvað. Tey vistu, at eg hevði baksast við okkara kúgv, og eg gjørdi á sama hátt við hana, og hetta riggaði eisini.«
Annars var tað soleiðis, at yvir­høvur høvdu øll ivaleyst av mjólk. Men skuldi kúgvin hjá onkrum verið slept, so var einki sum æt at keypa mjólk. Tá fekst mjólk frá onkrum, sum hevði ivaleyst.
Av avlopsmjólkini var tað eisini vanligt at kirna smør og gera ost. So slapst eisini frá at keypa tað í handlinum.