641,8 milljónir krónur fáa vit í ríkisveting úr Danmark.
Í avtaluni millum Danark og Føroyar stendur annars, at hetta tal kannn broytast, men í so fall skal málið aftur fyri Løgtingið segði Aksel V. Johannesen.
Jørgen Niclasen, Fólkaflokkurin, segði, at hetta er ikki rætt, tí landsstýriskvinnan við fíggjarmálum kann lækka ríkisveitingina saman við dønum og at tað ikki noyðist at koma aftur í tingið.
Blokkstuðulin er annars frystur, sum nú er og tað vil siga, at hann ikki verður prístalsviðgjørdur. Í veruleikanum vil tað siga, at virðið á blokkinum minkar hvørt ár, so leingi hann er frystur.
Magni Arge, Tjóðveldi, vísti á at BTÙ fyri hvønn einstakan føroying er hægri enn fyri hvønn dana, so tað er virðiligt, at vit arbeiða fyri at klára okkum sjálvi.
Bárður Nielsen szegði, at blokkurin er minkaður til 20 prosent av BTÚ so vit fáa mini úr Danmark, men ikki so nógv, sum summi vilja gera tað til.
Løgmaður vísti á, at hesi tøl eru ikki røtt. Hann legði afturat, at Javnaðarflokkurin altíð hevur sagt, at vit skulu taka størri ábyrgd av egnum búskapi, so hvørt ráðini eru til tess.