Skal eisini haldast

Glyvrar: - Ein kirkjugarður skal sjálvandi haldast sum so mangt annað, sigur gravarin, Børge Lamhauge. Ein av hansara uppgávum er at halda kirkjugarðin við Glyvra kirkju.

Nú veðrið er av tí allar besta, henda mikudagin í farnu viku, var Børge farin í holt við eina av dagsins uppgávum longu frá morgunstundini.

Ein av mongu grasblettunum í kirkjugarðinum skal sláast enn einaferð.

- Líkt er til, at grasið vekur væl í ár, hóast kuldan sum hevur verið, sigur Børge Lamhauge.

Hann hevur eisini ábyrgdina av kirkjugørðunum í Rituvík og í Oyndarfirði.


Lættari

At halda ein kirkjugarð umfatar ikki bert tað at sláa grasið. Sum gravari her á Glyvrum hevur Børge eisini aðrar uppgávur.

Ein onnur uppgáva er at gera gravirnar klárar í samband við jarðarferð.

Hvussu nógvar gravir ið verða grivnar um árið, er sjálvandi ójavnt. Men okkurt árið hava teir grivið 25 gravir íalt í teimum trimum kirkjugørðunum á Glyvrum, Oyndarfirði og Rituvík.

Fyrr tók tað sína tíð, tí tá varð tað gjørt við spaka og handamegi.

- Í dag hava vit eina gravimaskinu, so nú gongur tað nógv lættari, sigur Børge Lamhauge.