Skal fiska fyri eina mio. kr. um vikuna

-Hvørki framtaksgrunnurin ella landsstýrið vildi vera við til at fíggja nýggja Hvilvtenni og tí fingu vit danska vinnulívsmannin Frank Uhrenholt, sum makkara. Hann eigur 33 prosent í felagnum, sigur Kjartan Joensen, sum í gjár yvirtók nýggjasta rækjutrolaran í flotanum

 

Jústinus Leivsson Eidesgaard

Summi eru fødd sum undangongufólk, tey hava seiggi og dirvi og tey eru ikki løtt at taka av fótum. Kjartan Joensen úr Leirvík er ein av teimum. Í gjár klokkan 11:50 yvirtók Kjartan Joensen ein spildur nýggjan rækjutrolara, sum er bygdur á norskari skipasmiðju. Trolarin kostar ikki færri enn 120 milliónir krónur og tá íð hann er til fiskiskap, so skal hann fiska fyri eina millión um vikuna, fyri at standa seg.

Miðskeiðis í áttatiárunum kom hann við einum spildurnýggjum rækjutrolara, sum nú er seldur. hesin avloysti gamla Hvilvtenni, sum hevði fiskað rækjur síðan fyrst i sjeytiárunum. Mitt í ringast kreppuárum bygdi hann nútímans fiskavirki í Leirvík, sum hann sjálvur fíggjaði og nú kemur hann til landið við einum nýggjum dýrum trolara.

Men Kjartan er bjartskygdur og hann hevur eisini drúgvar royndir at byggja á. Hann var ein av undangongumonnunum, tá føroyingar fóru undir rækjuveiðu og vóru teir fyrstu, sum fingu tað at bera til við hesi í Grønlandi fyrrst í sjeytiárunum.


Oljan dýr ella?

?Oljuprísurin er ikki heilt við okkum í løtuni, men tað kemur eisini ann upp á hvussu vit hyggja upp á tað. Í 1985 kostaði oljan fyri skip 2.68 kr fyri liturin. Prísurin á rækjum lá tá um 12 krónur fyri kiloið. Í dag hava vit bunkra fyri 2.32 kr. og nú liggur rækjuprísurin um 14 krónru fyri kiloið. Tað hevur sæð verri út fyrr, sigur Kjartan Joensen.

- Men vit kom at brúka nógva olju. Tá eg byrjaði fyrst í sjeyti árunum við Vesturvarða høvdu vit 460 hestar tøkar. Nú hava við 7500. Lemmarnir tá vóru ikki størri enn eitt kuffert, eg lyfti einum lættliga, og Regin Vágadal hevði lyft báðum sum einki. Lemmarnir viga í dag seks tons hvør, sigur Kjartan Joensen.

Burtursæð frá Næraberg, so er tað bara Enniberg, sum hevur størri tonnagu enn Hvilvtenni. Hann er á somu stødd sum Sundaberg og Vesturvón.

Leygardagin verður loyst úr Noregi og skipið kemur til Føroya týsdagin. Trolarin stingur so djúpt, at hann kann ikki leggja at í Lorvík, tí verður farið á Fuglafjørð.

?Vit hava fingið eitt vakurt og effektivt skip, sigur Kjartan Joensen, sum sjálvur ætlar at føra skipið fyrsta túrin.

20 manns vera við Hviltvenni. Gamli Hvilvtenni var seldur í fjør. Sosialurin ynskir Kjartani og manning eydnu og Guds signing við nýggja skipinum.