Skal fólkakirkjan í Føroyum víga samkynd? Hetta er ein spurningur, sum verður tikin upp í beinleiðis kjaki hjá Óla Breckmann á Rás2 klokkan 16 í dag. Tey, sum fara at kjakast um spurningin, eru Bergur Debes Joensen, sóknarprestur, Bjørt Samuelsen, løgtingslimur og Sunneva Háberg Eysturstein, talskvinna og kjakari fyri teimum samkyndu, sigur Óli Breckmann - Tosað hevur verið um ein glíðibreyt, sum byrjaði, tá ið 266b varð sett í gildi. Summi halda, at næsta stigið verður borgarlig vígsla av samkyndum, men at endin verður, at samkynd skulu vígast og signast í kirkju - Nú hugsa alsamt fleiri og fleiri, at 266b er eitt álvarsligt inntriv í sjálvt talifrælsi, sum er ein av hornasteinunum í fólkaræðinum, sigur Óli Breckmann.
- Altjóða LGBT felagskapurin hevur júst víðkað sítt altjóða heiti til LGBTQIA, Queer, Intrasex og Anti-sex.
- LGBT í Føroyum herðir helst trýstið á løgtingið til at samtykkja lógina um borgarliga vígslu av samkyndum, nú málið fall á øðrum sinni og tey helma neyvan í, fyrrenn løgtingið hevur samtykt lógina, kanska næsta ár ella árið eftir.
- Higartil hevur Fólkakirkjan ikki sum landsfevnandi stovnur sagt sína hugsan um samkynd hjúnaløg sum heild. - Prædikan á ólavsøku læt kjakið upp, men lítið hevur verið at hoyrt síðan og nú boðar Kirkjan frá einari meiri semjusøkjandi ólavsøkuprædiku í ár.
- Hvat liggur í tí spyr Óli Breckmann. Er tað prestur, fyrst Símun Persson Jacobsen, og hesa ferð Teodor Dam, sum úttalar seg ‘ex cathedra’ á ólvasøku, ella er tað Fólkakirkjan, sum setur kósina?
- Tann politiska fylkingin, sum streingir á at fáa borgarligar vígslur lógarfestar, sigur seg vilja steðga uttan fyri kirkju- og samkomudyrnar.
- Men hví skuldi málið endað á kirkjutrappuni? Tað er ikki hent í hinum Norðurlondum. Aðrastaðni leikar ein bardagi av teimum heilt stóru um hetta mál.
- Hvar er tað kristna tolsemið í hesum máli, og hví aftra trúgvandi seg fyri at sleppa alskyns parløgum javnbjóðis støðu?
- Var tað tolsemi ella tann politiska dagsskráin hjá LGBT og rørslunar politisku framherjum, sum valdu ta skeggvaksnu dámuna, ella hárfagra mannin/Jesusímyndina, á Evropisku sangkappingini til vinnara.
Hví róptu somu tollyntu fólk rakstrarróp eftir tveimum russiskum gentum, bert tí tær búgva í landinum, har Putin er forseti?
- Hvat snýr alt seg um? Er sjálvt málið ein stormur í einum glasi av vatni, tá bert 77 samkynd pør, av tilsamans 10.000 giftum pørum, í Danmark í 2013 eru samkynd? |