À stóru mótamessuni, sum herfyri var hildin í Keypmannahavn, luttóku hundratals sniðgevar. Kendasta føroyska merkið Guðrun og Guðrun vóru har, men tær vóru ikki einaumboð fyri Føroyar á messuni.
27 ára gamla Beinta Poulsen úr Havn var nevniliga eisini á messu, har hon umboðaði merkið Soul Made, sum hon sjálv stendur aftanfyri, saman við eini danskari gentu, sum hon gekk á sniðgevaraskúla við.
Luttøkan á messuni var ikki til fánýtis, tí tær báðar hava nú fingið eina stóra bílegging úr Japan, og tað má sigast at vera ógvuliga flott av tveimum nýliga klaktum sniðgevum.
Nýútlærd við egnum handli
Beinta og Rikke Møller, sum danska gentan eitur, gingu báðar á Columbineskúlanum, sum er ein privatur sniðgevaraskúli. Tær gjørdust lidnar í senn, og avgjørdu at royna seg á egnum veingjum alt fyri eitt.
? Vit hugsaðu sum so, at nú høvdu vit livað sum lesandi í Keypmannahavn í tvey ár, og tí vóru vit vanar við at liva við strammari økonomi. Vit kundu tað sama halda fram við tí, og royna at klára okkum sjálvar í harða mótaheiminum, greiðir Beinta frá.
Hon sigur, at tær sjálvsagt vóru bjartskygdar, men at tær samstundis vóru realistiskar. Tær vistu, at her ert tú noyddur at vera tolin í byrjanini, tí tað tekur langa tíð at gerast eitt kent navn. Higartil hava tær báðar havt verkstað í einum høli aftanfyri handilin. Og tær gera alt sjálvar, heilt frá at keypa toyið til at seyma knappholini til at selja lidnu vøruna. Tað er sera strævið.
? Vit vistu báðar, at hetta er ein beinhørð vinna, og vit hava heldur ikki stórt yvirskot at liva fyri um mánaðin. Men hetta er tað, vit vilja. Eg veit, at eg hevði angrað tað seinni, um eg ikki royndi hetta. Og eg fari eisini at gera alt, fyri at tað skal ganga, sigur Beinta. ? Eg gevi ikki upp, fyrr enn eg havi prøvað alt, og tað tá framvegis ikki riggar, staðfestir hon.
Hon sigur tó, at hon varð rættiliga yvirraskað av, hvussu gott samanhaldið allíkavæl er ímillum sniðgevararnar í Danmark.
? Eg væntaði veruliga at vit fóru at merkja harðar albogar frá hinum sniðgevunum, men tað er faktiskt tvørturímóti. Vit hjálpast ógvuliga væl at, og eg havi góða kontakt við fleiri av hinum sniðgevunum, sum arbeiða her í náblaðnum. Okkara størstu kappingarneytar eru Hennes&Maurits og Vero Moda, og vit smáu mugu arbeiða saman, fyri at klára okkum. Saman standa vit sterkari ímóti hesum stóru, bíligu merkjunum, staðfestir Beinta.
Soul Made hevur nú yvirlivað fyrsta árið, og umtalan bara veksur og batnar í hvørjum.
Góð skoðsmál í bløðunum
Handilin liggur á Vesterbro, á eini gøtu nevnd Øehlenschlægersgade. Hetta er ein síðugøta, so tað er ikki so, at fólk bara detta inn á gólvið. Beinta sigur, at tær hava úr at gera, hóast tær hava gjørt óalmindiliga lítið við at reklamera. Tær hava hóast tað fingið nógva -og góða- umtalu.
Vesterbro økið er tiltikið fyri at hava nógvar, smáar handlar, ið selja tað feskasta innan móta. Hetta er nevniliga designaraøkið við hópatals handlum, har sniðgevar selja sína vøru. Tann stóri kundaskarin, ið ynskir sær designvøru, gongur tí og leitar eftir handlum sum Soul Made á Vesterbro. Og tað sama gera mótajournalistarnir, ið skriva um danska trendin.
? Her á okkara gøtu og eisini á Istedgade, eru nógvir smáir handlar, sum okkara. Og tað eru faktiskt nógvir danskarar, ið ikki tíma at keypa í Hennes&Maurits. Tey koma her í umráðið at leita eftir sniðgevaravøru. Og mótajournalistarnir nýta eisini nógva tíð í økinum, greiðir Beinta frá.
Hon sigur, at tær í Soulmade ofta hava verið yvirraskaðar av at síggja nøvn síni og mynd av handlinum í bløðunum, tá onkur journalistur hevur skrivað um tær, uttan at tær vistu av tí. Nakrar størri samrøður við pressuna hava tó eisini verið.
? Vit vóru í einum svenskum blað herfyri, sum anbefalaði okkum sum designhandil í Keypmannahavn. Tey vístu okkum stóran áhuga, so tað var ógvuliga stuttligt. Nú eru tað so í øllum førum nakrir svenskarar, sum vita um okkum. Tað var eisini eitt kent keypmannahavnarblað, sum skrivar um hvat hendir í Keypmannahavn, sum tosaði við okkum. Tey skýrdu okkara handil at vera "mest trendy butik". So tað er góð, ókeypis reklama, sum nógv fólk síggja, sigur Beinta.
? Okkara handil er kanska eisini eitt sindur øðrvísi enn hinir. Til dømis hava vit hvønn mánaða ein gestadesignara, ið leigar seg inn í hølini hjá okkum. Vit hava havt alt frá klædnadesignarum til smúkkudesignarar og málningar hjá ymsum listafólki. Tað konseptið er sera væl umtókt, og tað hevur givið góða umtalu í bløðunum, greiðir Beinta frá.
Hon sigur, at kundarnir, sum koma inn í Soul Made eisini fegnast um hugskotið, at tær kombinera ymsar listagreinir í handlinum.
-?Í fyrstuni høvdu vit ein langan lista við fólki, sum vildi sleppa inn á verkstaðið hjá okkum at arbeiða, og tá vóru vit eisini takksamar, at fólk tímdu tað yvirhøvur. Men nú eru vit blivnar kræsnari. Tí tað vísti seg, at fleiri av teimum, sum komu, vóru nýútlærdir sniðgevar, ið ikki høvdu nakra aðra staðni at arbeiða. Tey vóru ofta óetablerað og vóru ofta ógvuliga ótrygg við tað, tey gjørdu. Tað var jú ikki til stóran íblástur fyri okkum. So nú hugsa vit okkum betur um, tá vit velja fólk, og tað fungerar eisini sera væl nú, sigur Beinta.
Kunda úr Japan
Á stóru mótamessuni, sum herfyri var í Keypmannahavn, fingu tær sligið sítt navn eitt sindur fastari innan óstøðuga mótaheimin. Fyrsti ordrin, ið skal uttanlands, kom nevniliga í hús á messuni.
? Vit hava fingið ein rættiliga stóran ordra til summarið næsta ár. Tað eru eini hundrað pløgg bíløgd, og tað má sigast at vera rættiliga nógv, tá talan er um tveir nýbyrjaðar sniðgevar, sum noyðast at gera alt sjálvar. Ordrin er úr Japan, greiðir Beinta Poulsen frá.
Hon sigur, at hóast klæðini ikki skulu seljast fyrr enn næsta summar, so skulu tey nýtast til eina sýning av komandi mótanum í Japan longu í oktober mánaði.
? Hetta er okkara fyrsti ordri uttanlands. Vit hava fyrr selt okkurt í Ålborg, men at selja í útlandinum gevur góða reklamu, bæði uttanlands og í Danmark. So hetta er bara gott, sjálvt um tað er ógvuliga strævið, sigur Beinta.
Ordrin er á eini 10 ymisk snið, sum so skulu vera í ymsum støddum og litum. Tær báðar í Soul Made, skulu gera alt sjálvar.
Beinta sigur, at tað er torført at seta klæðir teirra í samband við nakran ávísan stíl, men hon heldur, at klæðini nokk eru klassisk. Soul Made hevur bert klæðir til konufólk.
? Tað er ringt at seta nakran aldur á, men kundarnir liggja um 20-30 ára aldur. Okkara klæðir eru kanska meiri til eina ávísa typu, heldur enn til nakran ávísan aldur. Tey eru mótaávirkað, elegant og klassisk uttan at vera óinteressant. Vit leggja dent á, at tey skulu hava ein góðan passform, sigur hon.
Tá tær tekna eitt nýtt snið, seyma tær bert eitt eintak í hvørjari stødd. Restin verður seymað eftir bílegging.
Spurd, um tað ikki er torført at skula liva av hugflognum, og at vera bundin av at finna uppá nakað nýtt allatíðina, svarar Beinta eitt rungandi nei.
? Eg fái íblástur allastaðni frá. Úr sjónvarpinum, á gøtuni, úr bløðum, allastaðni. Tað er faktiskt øvugt, at eg havi so nógv hugskot, at eg ikki klári at seyma tey so hvørt. So eg havi nógv hugskot niðurfyri, sigur hon flennandi.
Víðka virksemið
Higartil hava tær nærum bara seymað til egnan handil. Onkrar sendingar eru farnar til Ålborg, men nú ætla tær sær at víðka um virksemið.
? Eftirsum vit bara eru tvær sum arbeiða, so hava vit allatíðina úr at gera, og tað gongur ikki so skjótt, sjálvt um vit arbeiða alt, sum vit klára, sigur Beinta, og leggur dent á, at tær tí ikki kunnu framleiða meiri klæðir, enn tær gera nú. Men skulu tær víðka virksemið, so má okkurt broytast.
? Nú ætla vit okkum skjótt at at fara runt til ymsar handlar og vísa teimum okkara merki, og á tann hátt vónandi skaffa okkum fleiri kundar, sigur hon.
Men tað fer eisini at merkja, at tær verða noyddar at skapa og framleiða meiri og skjótari. Tí kanna tær í løtuni møguleikarar fyri, at framleiða klæðini í Polen.
? Tað verður so nógvar ferðir bíligari, um klæðini verða framleidd har, í mun til í Danmark. So verður okkara arbeiði eisini munandi lættari, við tað, at vit so bert skulu tekna og seyma eitt eintak av hvørjum plaggi, sum verður sent til Polen. So verða allar støddirnar seymaðar har, og vit sleppa frá at seyma fleiri eintøk av sama modellið, sigur Beinta.
Av tí sama verður meiri tíð til sniðgeving av nýggjum modellum.
Beinta sigur, at prísurin á Soul Made klæðunum liggur ímillum 500-1000 kr fyri plaggið, sum er rættiliga bíligt fyri sniðgevaraklæðir. Jakkar og størri ting, fara tó upp um tær túsund krónurnar.
? Men, sigur hon, ?Tað er sera dýrt at keypa toy. Serliga tá tú bert seymar nøkur fá eintøk av sama modellið. Vit vilja eisini hava góðan kvalitet, og tað kostar.
Dreymurin hjá Beintu er, at tær fara at megna at fáa so nógvar og sterkar kontaktir, at henni ikki nýtist at vera í Danmark, fyri at kunna liva sum sniðgevi.
? Dreymurin er avgjørt at hava ein verkstað í Føroyum, so eg kann arbeiða har í friði og náðum, og bert senda klæðini til kundarnar í útlondunum. Eg vóni, at tað onkuntíð fer at bera til, men tað verður so ikki enn, sigur Beinta, sum í øllum førum hevur fingið eina flúgvandi byrjan sum sniðgevi, við einum stórum ordra til Japan á gáttini.
Klæðini hjá Beintu Poulsen og Rikke Møller síggjast á www.123hjemmeside.dk/soul_made