Skal respiratorurin sløkkjast?

    

Petur H. Jacobsen
06.01.04
???????????
Líka síðani rækjuflotin fór í respirator, hevur verið nógv tosað um, hvat skal henda.
Ymiskar loysnir hava verið frammi fyri at bjarga rækjuflotanum, men tað hevur verið í øllum royndum, sum at kasta perlur fyri svín. Okkara stýrandi land hevur í alla hesa tíð, teir hava sitið við valdið, vent okkum bakið. Tað er ikki rækjuflotin, sum hevur ligið brakk. NEI! tað hevur verið okkara stýrandi vald, sum hevur ligið í einum andaleypi og fjalt seg frá veruleikanum.
Nakrir skipaeigarir hava longu sløkt, og aðrir eru væl á veg. Eitt umboð fyri Tjóðveldisflokkin hevur úttalað, at vit skulu taka bíligari skip inn í flotan, tí Hvilvtenni var ov dýrur. Hvar eru vit? Skulu vit fara aftur í øskudungan fyri at fáa hjálp. Hvilvtenni, sum fekk kvalaratakið frá landi okkara, hava íslendingar í dag útnevnt sum sítt flaggskip. Hvat við FAS skipanini? Verður bakið eisini vent ímóti hesi ætlan, Sambandsflokkurin hevur lagt fram?
Tað er alt í lagi, at vit føroyingar eru ósamdir um, hvørt skip skulu fáa stuðul ella ikki, men at ein FAS skipan verður løgd undir at verða ein stuðul frá landinum er ikki satt.
Rækjuflotin hevur í dag eina inntøku, sum 100% er fíggjað av rækjuflotanum sjálvum. Landið letur ikki eina krónu ella eitt kilo fyri rættindi at veiða rækjur. Hettar fíggjar rækjuflotin. Tað einasta vit biðja um er, at landið fær eitt sindur minni inn í skatti enn áður við eini FAS-skipan. Nei, landið vil heldur hava einki enn eitt sindur minni inn í kassan. Landið er nokk bangið fyri, at rækjureiðaríini fáa ov nógvan pening í sín egna kassa, men so er ikki. Spurningurin er her hjá okkum um at yvirliva og royna at koma upp ímóti einum nulli, sum ein FAS-skipan í eitt tíðarskeið kann bjarga okkum við.
Rækjuflotin hevur ikki nógva orku eftir. Funktiónirnar eru farnar at rilla. Spurningurin er, nær sløkt verður?
Her er talan um politikk, ið drepur okkara FØROYA LAND við sínum snýkjandi kvalaratakið.