Skal svara uppá klimaspurnignar

Landsstýriskvinnan Sirið Stenberg skal svara uppá spurningar viðvíkjandi veðurlagspolitikkinum

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, skal svara uppá í Løgtioginum um Føroyar taka undir við nýggju veðurlagsavtaluni, sum var undirskrivað í Paris í desember.

 

Hon skal eisini svara uppá um ætlanin er at gera broytignar í føroyska veðurlagspolitikkinum frá 2009.

 

Tað er Annika Olssen, uttanflokka, sum hevur settt landsstýriskvinnuni spurningar hesum viðvíkjandi hesum. Hon vil eisini hava at vita, um tað hava verið nakrar samráðingar við donsku stjórnina umhesi viðurskiftini. 

 

Landsstýrið hevðii ikki nakra beinleiðis umboðan á veðurlagsstevnuni, men eitt umboð fyri Fróðskaparsetrið var á stevnuni  í Paris og hann umboðaði eisini føroysku myndugleikarnar.

 

Ein partur av veðurlagspolitikkinum er, at vit eiga at brúka minni av olju og koli. Í Føroyum er hugburðurin munandi broyttur - og interkommunal elfeagið SEV ger og fer at gera stórar íløgur í varandui orku - fyrst og fremst vatn og vind.