Ætlanirnar hjá Atlantic Airways at byggja eitt nýtt hotell í høvuðsstaðnum skal nú viðgerast í løgtinginum. Vinnunevndin hjá løgtinginum hevur nevniliga boðsent Poul Michelsen, landsstýrismanni í vinnumálum, at koma í nevndini at greiða frá sínum hugsanum um ætlanirnar hjá Atlantic Airways. Tað segði Bjørt Samuelsen í tíðindasendingini hjá Kringvarp Føroya klokkan átjan.
Nevndin hevur sett landsstýrismanninum átta spurningar viðvíkjandi ætlanirnar hjá flogfelagnum at víðka um virksemið til eisini at fevna um hotellvirksemi. Harímillum eru spurningar um hann heldur talan vera um eina skilagóða verkætlan, um tað er í samsvar við viðtøkur felagsins, um ein váðameting er gjørd og um íløgan kann føra til bíligari ferðaseðlar.
Við Kringvarpið sigur Bjørt Samuelsen, at tá fólkið eigur felagið, so er tað rætt av vinnunevndini at seta landsstýrismanninum nakrar spurningar um ætlanina.
- Vit hava í vinnunevndini umrøtt hendan spurningin eitt sindur í mun til, at hetta er ein nokk so stór prinsipiell broyting í virkseminum hjá tjóðarflogfelagnum. Tað er fólkið ella landið sum eigur Atlantsflog og vit halda tað er rætt, at vit sum vinnunevnd, tá vit hava nakrar spurningar, taka teir upp við landsstýrismannin um hvørjar tankar hann hevur gjørt sær rundanum hesar ætlanirnar, sigur Bjørt Samuelsen.