Í januar í ár varð Aslaug C. Gisladóttir sett í starv sum umhvørvisleiðari hjá IRF í Leirvík. Hon er útbúgvin stjørnmálafrøðingur við serøki í almennari fyrisiting.
Aslaug hevur í fleiri ár arbeitt sum verkætlanarleiðari hjá BankNordik við ábyrgd av at leiða stórar og kompleksar verkætlanir tvørtur um fakøki og landamørk.
- Eg havi serliga arbeitt við at implementera altjóða lóg og sektorkrøv innan fíggjarheimin og tryggingarheimin og koma hesar royndir væl við, nú eg fái ábyrgd av at tryggja, at IRF lýkur galdandi lógir og reglur innan umhvørvisøkið.
Umframt royndir frá fíggjar-og tryggingarheiminum við eitt nú risikostýring, hevur Aslaug seinast arbeitt sum ráðgevi innan kommunala geiran.
Hon stóð fyri yvirtøkuni av eldraøkinum fyri Runavíkar-, Nes-og Sjóvar kommunu, har hon m.a. leiddi drúgvu samráðingarnar millum tær sjey kommunurnar um Eysturoyar Røktar-og Ellisheim.
Nú Aslaug er sett sum umhvørvisleiðari hjá IRF, skal hon eitt nú menna og røkja góðskustýringsskipanir innan umhvørvi, hava umsjón við umhvørvisgóðkenningunum hjá IRF, fylgja við á lóggávuøkinum og tryggja, at IRF til eina og hvørja tíð mennir sítt virki á ein so umhvørvisvinarligan hátt sum gjørligt, eitt nú við atliti til endurnýtslu.
Aslaug C. Gisladóttir er 40 ára gomul og gift Finnboga R. Djurhuus, byggiteknikara hjá Bakkafrost. Tey eiga trý børn, Eli (14), Christinu (12) og Nóa (4), og tey búgva Innan Glyvur.
- Tað er fantastiskt at hava sum arbeiði at skula verja umhvørvið í Føroyum til komandi ættarlið at njóta. Hetta gevur eina góða meining og eina góða kenslu, sigur nýggi umhvørvisleiðarin hjá IRF, Aslaug C. Gisladóttir við in.fo.