Skála sigraði á stevnuni

1. deild: Toppliðið legði í kvøld sjógv millum seg og fremsta avbjóðaran

Stevnan var avlýst, men tað var kappróður á fjarðastevnu, og í kvøld var stevnudystur undir Mýruhjalla. Toppliðið Skála hevði vitjan av grannunum í Víkingi, sum eru næstfremst í næstbestu deildini.

 

Skála vann 2-1, og harvið økti Skála um fjarstøðuna til fremsta avbjóðaran. Skála hevur nú 31 stig fyri 12 dystir, og Víkingur hevur 26 stig fyri 13 dystir.

 

Skála var frammanfyri 1-0 eftir fyrra hálvleik, og seks minuttir eftir steðgin økti Skála um munin til 2-0.

 

Seinna partin av seinna hálvleiki varð tað heilt spennandi. Í 65. minutti varð ein av verjuspælarunum hjá heimaliðnum, Kristian Martin Jakobsen, vístur av vølli, tá ið hann sá gula kortið fyri aðru ferð. So umsetti liðformaðurin hjá Víkingi, Óla Kristian Skála, brotsspark til mál og 2-1, og so var talan um 25 minuttir, tá ið Skála var undirmannað.

 

Men hóast teir í Víkingi vóru fleiri á vøllinum, so eydnaðist tað ikki at vinna upplagdar møguleikar at javna. Heldur var tað heimaliðið, sum var í góðum støðum at økja um leiðsluna.

 

Miðskeiðis í fyrra hálvleiki var tað Aksel B. Danielsen, sum legði heimaliðið á odda 1-0. Uppleggið átti David Johansen. Aksel B. Danielsen hevur nú skorað 10 mál, og hann er saman við Martin Klein Joensen hjá Víkingi næstovast á máltindinum. Clayton Soares hevur skorað 14 mál.

 

Seks minuttir eftir steðgin økti Poul Kallsberg um munin til 2-0. Uppleggið átti Djóni Petersen.

 

Víkingur fær um eina viku vitjan av NSÍ, og Skála fer annan sunnudag at spæla á útivølli ímóti AB.

 

https://in.fo/myndasoevn/myndasavn-forsida?