Skála sigraði á stevnuni

1. deild: Toppliðið legði í gjárkvøldið sjógv millum seg og fremsta avbjóðaran

Stevnan var avlýst, men tað var kappróður á fjarðastevnu, og í gjárkvøldið var stevnudystur undir Mýruhjalla. Toppliðið Skála hevði vitjan av grannunum í Víkingi, sum eru næstfremst í næstbestu deildini.

 

Skála vann 2-1, og harvið økti Skála um fjarstøðuna til fremsta avbjóðaran. Skála hevur nú 31 stig fyri 12 dystir, og Víkingur hevur 26 stig fyri 13 dystir.

 

Skála var frammanfyri 1-0 eftir fyrra hálvleik, og seks minuttir eftir steðgin økti Skála um munin til 2-0.

 

Seinna partin av seinna hálvleiki varð tað heilt spennandi. Í 65. minutti varð ein av verjuspælarunum hjá heimaliðnum, Kristian Martin Jakobsen, vístur av vølli, tá ið hann sá gula kortið fyri aðru ferð eftie at hava brúkt neyðbremsuna. So umsetti liðformaðurin hjá Víkingi, Óla Kristian Skála, brotsspark til mál og 2-1, og so var talan um 25 minuttir, tá ið Skála var undirmannað.

 

Men hóast teir í Víkingi vóru fleiri á vøllinum, so eydnaðist tað ikki at vinna upplagdar møguleikar at javna. Eisini tí at Tórði Traðará var ein brandur í heimamálinum.

 

Heldur var tað heimaliðið, sum var í góðum støðum at økja um leiðsluna, tá ið Aksel B. Danielsen rann frá verjuni og royndi at lobba bólti upp um 17 ára gamla Hans Jákup Arngrímsson, sum vardi málið hjá Víkingi fyri aðru ferð í ár.

 

Miðskeiðis í fyrra hálvleiki var tað Aksel B. Danielsen, sum legði heimaliðið á odda 1-0. Uppleggið átti David Johansen, ið av baklinjuni í høgru legði innfyri til Aksel, sum prikaði bóltin í málið. Aksel B. Danielsen hevur nú skorað 10 mál, og hann er saman við Martin Klein Joensen hjá Víkingi næstovast á máltindinum. Clayton Soares hevur skorað 14 mál.

 

Seks minuttir eftir steðgin økti Poul Kallsberg við handara stólpa og við stútara um munin til 2-0. Uppleggið átti Djóni Petersen eftir samanspæl í vinstru við Andreas Egeberg Jacobsen.

 

Víkingur fær leygardagin vitjan av NSÍ, og Skála fer sunnudagin at spæla á útivølli ímóti AB.

 

https://in.fo/myndasavn