Tað hevur verið soltið av spælitíð Hans Jákup Arngrímson hevur fingið í Víkingi. Tó hevur hann staðið seg væl, tá hann hevur fingið møguleikan at loyst Bárð av Reynatrøð av í Víkingamálinum. Tað gjørdi hann millum annað í einum UEFA Conference League dysti í summar, sum Víkingur vann 2-1 á Linfield FC úr Norðurírlandi.
Serliga er tað á U21-landsliðnum, at Hans Jákup hevur gjørt um seg, og nú fær hann møguleikan at spæla í Betri deildini hvørt vikuskifti, tí Skála ÍF boðar frá, at felagið hevur skrivað ein tvey ára sáttmála við unga málverjan.
Skála ÍF skrivar soleiðis á Facebook:
“Hans Jákup Arngrímsson spælir við Skála í 2026 og 2027
Skála ÍF og Hans Jákup Arngrímsson hava skrivað undir ein tvey ára sáttmála
21 ára gamli U21 landsliðsmálverjin er skrásettur fyri at hava spælt 108 dystir fyri 1. deildarliðið hjá Víkingi.
Hann hevur í ár víst stórspæl í málinum hjá U21 landsliðnum.
Vit gleða okkum til at síggja Hans Jákup undir Mýruhjalla.
Vælkomin til Skála, Dungy
KOYR Á SKÁLA”










