Skála styrkti um sína støðu

1.DEILD: Á vøllinum í Hoyvík var tað ov nógvur mjørki, og tí var dysturin millum B71 og AB útsettur til sunnukvøldið

Simon Jørgensen skoraði tvey mál fyri Skála ímóti ÍF, og hann hevur nú skorað átta mál í ár

Skála er topplið í næstbestu deildini, og leygarkvøldið styrkti Skála um sína støðu í kappingini um at flyta uppflyting í bestu deildina.

 

Skála hevði vitjan av ÍF, og heimaliðið vann 3-1. Sigurin ber við sær, at Skála nú hevur 31 stig og er sjey stig frammanfyri B71 og átta stig frammanfyri AB. Dysturin millum B71 og AB, sum skuldi vera leygardagin, men hann varð útsettur til sunndagin klokkan 18. Orsøkin var tann, at tað var so nógvur mjørki í Hoyvík, at dómarin metti tað ikki vera ráðiligt at spæla.

 

At heimavøllurin hjá B71 í hesum dystinum er á vøllinum í Hoyvík kemst av, at graslíkið í løtuni verður skift á vøllinum inni í Dal á Sandi.

 

ÍF legði seg á odda undir Mýruhjalla, tá ið tað restaðu átta minuttir av fyrra hálvleiki. Málskjútti var Jákup Andrias Thomsen, sum fyri fyrstu ferð í ár var málskjútti í 1. deild í ár.

 

Í fyrsta minutti eftir steðgin javnaði Skála til 1-1. Málskjútti var Simon Jørgensen, sum eisini var málskjútti í 68. minutti. Danski miðvallarin hevur nú skorað átta mál í ár.

 

Álopsspælarin Markus Isaksen staðfesti átta minuttir undan leikloki 3-1 heimasigurin. Markus er toppskjútti hjá Skála við níggju málum.

 

Skála, sum er topplið við 31 stigum, fær hósdagin, sum er Kristi himmalferðardagur, fær Skála vitjan av 07 Vestur.

 

ÍF er á sætta plássi við 14 stigum. Mikudagin fer ÍF at vitja grannarnar í Víkingi.

 

Simon Jørgensen skoraði tvey mál fyri Skála ímóti ÍF, og hann hevur nú skorað átta mál í ár