Tað gongur framvegis so sera væl hjá Skála. Síðsta leygardag vunnu skálamenn 1-0 á útivølli á Argjum, og í góðveðrinum í kvøld vunnu teir 3-0 í Hólmanum á Eiði.
Skála hevur 40 stig fyri 14 dystir. Einasta ferðin higartil í ár, at Skála ikki hevur vunnið fulla úrtøku, var í øðrum umfari, tá ið tað endaði við málleysum javnleiki á heimavølli ímóti AB.
Spurningurin er ikki, um skálamenn fara at endurvinna plássið í bestu deildini, sum teir mistu síðsta heyst. Heldur er spurningurin, nær uppflytingin verður veruleiki.
Simon Jørgensen legði skálamenn á odda 1-0 longu í fjórða minutti. Hetta var 11. málið hjá Simon Jørgensen í ár.
Skála var alla tíðina greitt omaná, og tað mesta gekk fyri seg á heimahálvuni. Men tað var ikki fyrrenn 12 minuttir undan leikloki, at Skála økti um leiðsluna til 2-0. Málskjútti var Teitur Poulsen. Hetta var triðja ferðin í ár, at hann var málskjútti í næstbestu deildini.
Í síðsta minutti vann Skála brotsspark, sum Markus Isaksen umsetti til mál og staðfesti harvið 3-0 sigurin. Hetta var 11. málið hjá Markusi, sum saman við Simon Jørgensen er toppskjútti hjá Skála.
Hetta var fjórða ferðin á rað, at EB/Streymur fór av vøllinum uttan at hava skorað mál. Málmunurin í hesum fýra dystunum er 0-15. EB/Streymur er á áttanda plássi við 16 stigum. 07 Vestur og B36 hava fýra stig.
Annan leygardag fær Skála vitjan av B36, og tá fer EB/Streymur at spæla á útivølli ímóti 07 Vestur.