Skála vann fyri sættu ferð

1 DEILD: Allir útispælararnir, sum byrjaðu á beinkinum, áttu lut í sigrinum á útivølli

Tað gongur sera væl hjá skálamonnum, sum undan kappingarbyrjan settu sær sum mál, at steðgurin í næstbestu deildini bara skal vera eitt ár.

 

Í dag vóru teir á útivølli ímóti teimum næstbestu hjá EB/Streymi, ið eiga heimavøll við Margáir. Úrslitið var, at gestirnir fóru til hús við 3-0 sigri. Hálvleiksstøðan var 1-0.

 

Heimaliðið helt tørn inntil í 33. minutti. Tá setti Skála hol á. Málskjútti var Meinhard Fríðálvur Janusarson, sum skoraði fyri fimtu ferð og sum er toppskjútti hjá Skála.

 

Tríggjar minuttir eftir steðgin varð Skálaleiðslan økt til 2-0, og so lá tað av álvara í kortunum, at stigini vóru á veg úr bygdini. Málskjútti var Marjus Nón, sum undan kappingarbyrjan og saman við Meinardi F. Janusarson flutti úr NSÍ og yvir á Skála. Hetta var annað málið hjá Marjusi í ár.

 

Merkisvert var tað, at Skála hevði fimm útispælarar á beinkinum, og at venjarin Pauli Poulsen í seinna hálvleiki skifti teir allar inn. Ein av teimum var Martin Johansen, sum tíggju minuttir undan leikloki staðfesti 3-0 sigurin. Hann var skiftur inn í  70. minutti. Hetta var fyrstu ferð í ár, at hann skoraði í næstbestu deildini. Áður hevur hann skorað tvey mál á besta liðnum hjá Skála. Tað var í 2021, tá ið skálamenn vóru í næstbestu deildini, og Martin Johansen tvær ferðir var málskjútti.

 

Skála er topplið við 18 stigum. Næsti dysturin verður hósdagin 4. mai, tá ið Skála fer at spæla á Svangaskarði ímóti teimum næstbestu hjá B68.

 

EB/Streymur hevur 4 stig. Næsti dysturin hjá teimum næstbestu í EB/Streymi verður hósdagin 4. mai, tá ið FC Hoyvík verður gestur við Margáir.