Skála var sannførandi við Margáir

1. DEILD: Poul Kallsberg var tvífaldur málskjútti í 3-0 útisigrinum ímóti EB/Streymi

Poul Kallsberg skoraði tvey mál, tá ið Skála í dag vann 3-0 á útivølli ímóti teimum næstbestu hjá EB/Streymi

Tað hevur verið alt annað enn sannførandi síðani summarsteðgin hjá toppliðnum Skála.

 

Í dag glapp tað var álvara, tá ið grannauppgerð var við Margáir, har teir næstbestu hjá EB/Streymi høvdu vitjan av Skála.

 

Gestirnir eru á veg til hús við 3-0 sigri. Hálvleiksstøðan var 1-0.

 

Poul Kallsberg setti hol á longu í fjórða minutti. Uppleggið átti Jónhard Frederiksberg, sum í síðsta mánað fylti 41 ár, og sum ikki hevur verið so nógv við síðani summarsteðgin.

 

Tølini siga, at Skála var greitt omaná. Millum annað hevði Skála níggju honraspørk, og EB/Streymur vann eitt hornaspark.

 

Fýra minuttir eftir steðgin økti Skála um munin til 2-0. Málskjútti var Dávid Johansen eftir upplegg frá Andreas Egeberg Jacobsen.

 

Fimm minuttir seinni staðfesti Poul Kallsberg sera sannførandi 3-0 sigurin. Nú var tað Dávid Johansen, sum átti uppleggið.

 

Skála er topplið við 46 stigum fyri 22 dystir. AB hevur 38 stig fyri 21 dystir. Tað eru 15 stig eftir at spæla um, og tað eru 12 stig frá Skála og aftur til fjórða plássið, sum skálamenn skulu detta aftur á, um teir skulu missa møguleikan at flyta upp.

 

Fríggjakvøldið eigur Skála heimavøll ímóti HB.

 

EB/Streymur er á áttanda plássi við 24 stigum fyri 22 dystir. HB er á níggjunda plássi við 23 stigum fyri 21 dystir. HB fer í morgin at spæla á útivølli ímóti AB.

 

Poul Kallsberg skoraði tvey mál, tá ið Skála í dag vann 3-0 á útivølli ímóti teimum næstbestu hjá EB/Streymi