Fyri eini løtu síðani kom vestmannatrolarin, Skálafossur, heldur ikki fyri uttanfyri Velbastað.
Løgreglan sigur, at teir høvdu verið í Havn og avreitt, og vóru á veg aftur til Vestmanna.
Men uttanfyri Velbastað, stutt úr landið, er ein bogi, og hann bar Skálafossur við, á veg vestur.
Men hann fekk ikki stórvegis skaða, og sigldi sjálvur á Vestmanna. Sjóvinnustýrið hevur fingið boð um hendingina, og skuldi seta neyðugu kanningarnar í verk