Skálamenn kenna seg illa viðfarnar

Formaðurin í Skála Ítróttarfelag heldur, at óhepna ávirkanin á landskappingina kundi verið væl minni, um FSF hevði verið miðvísari og greiðari í sínum ætlanum

Í kvøld eru boðini, at landskappingardysturin millum B36 og Skála, sum skuldi vera í Gundadali í morgin, er útsettur.

 

Boðini frá FSF vóru fyrr í dag, at dysturin hjá B36 annan sunnudag ímóti B68 á Svangaskarði var útsettur til 24. august. B36 hevur í vikuni roynt at fáa dystin í morgin ímóti Skála útsettan, men fyrr í dag fekk B36 boð frá FSF um, at talan fór ikki at vera um nakra broyting viðvíkjandi dystinum ímóti Skála, sum var ásettur at vera í morgin klokkan 15.

 

Í kvøld hevur FSF broytt støðu. Nú eru boðini, at dysturin hjá B36 ímóti Skála er útsettur og harvið ikki verður spældur í morgin.

 

Jákup  Mørk formaður í B36 sigur, at teir nú hava fingið boð um, at dysturin er útsettur. B36 ferðalagið fer av landinum við flogarinum hjá Atlantsflog í annaðkvøld klokkan 18. Tá verður umvegis Oslo ferðast til Danmarkar og Viborg, har dysturin ímóti Viborg verður mikukvøldið. Upprunaliga segði skráin, at dysturin ímóti Viborg var settur at vera hóskvøldið. Tá var ætlanin hjá B36 at fara av landinum týsdagin. Tá ið boðini so vóru, at dysturin var settur at vera mikudagin, var ferðaskráin so mikið tepur, at tað ikki hevði eydnast B36 at venja á vøllinum í Viborg týskvøldið. Nú er hetta broytt, B36 fer av landinum í annaðkvøld, og harvið verður møguleiki at venja á vøllinum í Viborg týskvøldið.

 

Á Skála eru teir ógvuliga vónbrotnir av boðunum, sum teir fyri løtu síðani hava fingið frá FSF um, at teir ikki skulu í Gundadal í morgin:

 

-Vit kenna mannagongdina og avgerðina um at útseta dystin fyri okkum at vera mannminkandi og næstan vanvirðisliga. Vit eru lítið felag, og eg ivist í, um FSF hevði borið seg soleiðis at, um talan var um eitt av størru feløgunum, sigur Ingi Hansen, formaður í Skála Ítróttarfelag, og hann heldur fram:

 

-Nú verða tveir dystir hjá okkum næstu dagarnar útsettir vegna europeiska luttøku. Annar er ímóti B36 í morgin, og hin er ímóti KÍ í Klaksvík hóskvøldið, tí tá skal KÍ spæla í Kosovo. Um tað varð lagt betri til rættis, so nýttist hetta ikki at verið soleiðis. Undan ólavsøku var HB í samband við okkum um møguleikan at flyta landskappingardystin, sum vit 21. august eiga ímóti HB í Gundadali, fram til  á ólavsøku. Tá svaraðu vit, at tað bar ikki til, tí vit skuldu spæla ímóti B36 longu í dag ella í morgin, sum vit høvdu fingið at vita. At vit nú mugu bíða til 14. august at spæla fyrsta landskappingardystin eftir summarsteðgin ber við sær, at skráin kemur upp í røkur hjá okkum, og tað er sera óheppið, og tá ið tað so verður stutt millum dystirnar, rakar tað meint hjá okkum, tí hópurin er ikki so breiður, sigur Ingi Hansen.

 

Skála formaðurin heldur fram:

 

-Vit hava alla vikuna vant við fokus ímóti dystinum í morgin. Onkrir spælarar hava framskundað heimkomuna frá summarfrí saman við familjuni, men nú skulu teir ikki spæla í morgin og ikki hóskvøldið. Eftir síðstu taktisku venjingina fingu vit seinnapartin í dag at vita, at dysturin verður klokkan 15 í morgin, og í kvøld hava vit fingið boð um, at nú verður eingin dystur í morgin, og nú hava vit givið boðini víðari til venjarar og spælarar. Hetta er als ikki nóg gott.

 

Men er hetta ikki avleiðing av, at føroysku feløgini luttaka í europeisku kappingunum?

 

-Um tað var betri lagt til rættis, so nýttust avleiðingarnar ikki at rakt so meint. Longu í oktober ella november er greitt, hvørji føroysku feløgini eru, sum summarið eftir skulu spæla í Europa. Tí hevði borið til at lagt skránna í landskappingini soleiðis, at tey, sum høvdu kvalifiserað seg at spæla í Europa, hittust í fyrstu umførunum eftir summarsteðgin. Vit ynskja føroysku feløgunum alt tað besta í Europa, men vit eru illa nøgdir við viðferðina, sum vit kenna okkum at hava fingið, sigur Ingi Hansen formaður í Skála Ítróttarfelag.

 

Einasti dystur í landskappingini í morgin er tann í Klaksvík, har KÍ klokkan 15 fær vitjan av B68.

 

Viborg og B36 spæla mikudagin 3. august kl. 18.00.

 

Ballkani í Kosovo og KÍ spæla hósdagin 4. august kl. 19.00.