Seinni í dag er løgreglan í Havn at tosa við ein mann um eina lutfalsliga sjáldsama hending í niðbýnum í nátt.
Maðurin er skuldsettur fyri harðskap og tað er hetta, løgreglan skal tosa við hann um.
Tað var í miðbýnum í Havn, at tvey fólk stóðu og prátaðu. Men so kom ein maður framvið og áðrenn nakar vardi, skallaði hann mannin, sum stóð og prátaði.
Løgreglan sigur, at síðani helt hann leiðina fram, púra óávirkaður og sum um at einki var á vási.
Maðurin, sum varð skallaður, small í vegin og hevur fingið skaða bæði í andlitið, og eisini í nakkan av fallinum.
Fólk vistu, hvør maðurin, sum skallaði, er, og løgreglan tók hann stutt eftir og skuldsetti hann fyri harðskap.
Hann varð avhoyrdur, men síðani leyslatin aftur. Hann var ávirkaður av rúsdrekka, og løgreglan fer at avhoyra hann aftur í dag, tá ið tað er runnið av, fyri at fáa greiði á, hvat fekk hann til at leypa á.
Løgreglan tók eisini ein annan mann, sum gjørdust frá sær sjálvum inni í einum skeinkistaði í Havn.
Vaktirnir á staðnum fingu hildið manninum til løgreglan kom eftir honum, men tá ið hann ikki sissaðist, varð hann koyrdur norður í varðhaldið í Klaksvík at vera, og har er hann enn.
Annars kannar løgreglan eisini eitt annað mál, har nevarnir vóru á lofti. Ein kvinna royndi at skilja tveir mans, sum bardist, sundur, men tað einsta, hon fekk burtur úr, var, at hon sjálv fekk ein ein framman á.
Og tá ið ein bilur kom koyrandi, tók ein maður og tveitti eina fløsku í framrútin, so hann brotnaði. Løgreglan veit, hvør kastaði fløskuna, og hann verður eisini avhoyrdur seinni í dag.