Ein av kendastu hendingunum í fótbóltsheimssøguni var tá fraklendingurin, Zinedine Zidane gav italiumanninum, Marco Materazzi ein skallara. Hetta hendi í HM-finaluni í Týsklandi í 2006. Materazzi hevði sagt nøkur niðrandi orð um systur Zinedine Zidane, sum svaraði aftur við at geva Materzzi ein skallara. Zidane er millum heimsins fremstu fótbóltsspælarar nakrantíð, og tíverri fyri hann gjørdist tiltikni skallarin tað seinasta hann gjørdi í einum almennum fótbóltsdysti.
Men nú er ilt blivið verri hjá Zidane. Tí listamaðurin, Adel Abdessemed, sum er úr Algeria, har Zidane hevur sínar røtur hevur gjørt eina standmynd, sum er 16 føtur. Standmyndin stendur uttan fyri Pompidou-sentrið í franska høvuðsstaðnum, París. Standmyndin, sum er væl gjørd er ein ímynd av tí tiltiknu hendingini í HM-finaluni í 2006.
Í Bordeaux, Juventus og Real Madrid er Zidane millum tær størstu hetjurnar, og vann hann nógv heiti við hesum trimum feløgunum, umframt nógvan persónligan heiður. Ì 1998, 2000 og í 2003 var Zidane kosin at verða heimsins besti fótbóltsspælari,
Zidane gjørdist heimsmeistari við Fraklandi í 1998, og evropameistari við Fraklandi í 2000. Hann vann Champions League við Real Madrid í 2002.
Men Adel Abdessemed hevur tikið sær listarliga frælsið at gera nógvan háva burturúr ringastu løtuni hjá Zidane. Fótbóltur kann also í hendinga føri verða hámentaður.