Skalvalop ymsastaðni í Føroyum

Tann nógvi kavin sum er komin niður hevur givið stórar trupulleikar.

Í Fuglafirði rakti eitt skalvalop eini sethús.

So nógvan kava sum føroyingar hava nú, skulu vit langt aftur í tíðina fyri at finna makan til.


Eldri fólk siga, at tey ikki minnast slíkan kava síðani 1947-48.


Og kavin gevur trupulleikar. Bussambandið hevur verið sera svikaligt av kavanum. Bussarnir sleppa ikki vegin fram. Landsverkfrøðingurin ger hvat hann kann, men tað fýkur og rýkur so skjótt í aftur, at tað næstan ikki er til nakra nyttu.


Seinnapartin leygardagin fingu eini sethús í Fuglafirði sera stóran skaða, tá eitt skalvalop rakti tey. Eingin lá eftirá, tíbetur, men tvey fólk, sum vóru í húsunum, fingu skaða. Ein bilur, sum stóð uttanfyri húsini, varð tikin við. Hann stendur nú hálvur inni í húsunum.


Av tí at vandi var fyri fleiri skalvalopum varð avgjørt, at fólk skuldu flyta úr húsunum í hesum grannalagnum í Fuglafirði. Fuglafjarða Kommuna segði í kvøld, at tey sum ongastaðni høvdu at fara, kundu fáa innivist í skótahúsunum.


Eisini aðrastaðni hevur skalvalop verði. Innanfyri Skipanes sperraði eitt skalvalop landsvegin, og løgreglan stongdi hann.


Løgreglan heitti leygardagin á foreldur, um at ansa eftir tá børnini fóru út at spæla. Tvær smágentur, sum spældu tætt undir einum sethúsum, fingu kavan niðuryvir seg, tá hann gleið av tekjuni. Vaksið fólk hevði sæð tær, og fingu tær undan kavanum aftur.


Í Klaksvík gjørdist ein av kavaruddarunum heitur um skallan, tá hann skuldi flyta eina kavarúgvu, sum lá við vegin. Beint áðrenn hann setti skuffuna í kavan, varnaðist hann at eitt bein stakk út undan. Eingin fekk skaða av hendingunum, tíbetur.


Teir eru givnir at grava allastaðni nú, og tí er ikki koyrandi nakrastaðni. Landsverkfrøðingurin gavst at grava um átta tíðina, og í Havn góvust teir at grava klokkan 22.00. Byrjað verður aftur at grava sunnumorgunin.