Bak Færøeyene, er stutta viðmerkingin hjá Dagbladet.
Lille Færøyene er bak Høgmos Norge, skrivar VG. Tað búgva 50.000 fólk í Føroyum. Nú er fótbóltslið teirra framman fyri menniniar hjá Per-Mathias Høgmo á FIFA styrkilistanum.
Norska landsliðið fer 11 pláss aftur á FIFA-styrkislistanum og verður yvirhálað av millum øðrum Føroyum, skrivar Aftenposten.
Norska landsliðið hevur ongantíð ligið lægri á styrkislistanum, nú teir eru nummar 81 á listanum frá í morgun.
Noreg hevur einans fingið trý stig í HM-undankappingini. Teir taptu móti Týsklandi og Aserbadjan, men vunnu so móti San Marino.
Av norðurlondum er tað einans Finnland, sum er aftanfyri, á 101. plássið, men tað, sum fellur norðmonnum serliga fyri bróstið, er at liðið nú liggur aftan fyri Føroyar, sum eru á 74. plássið.
Aftenposten hevur fingið orðið á Rógva Baldvinsson, sum nú spælir við Vidar í aðru deild í Noregi. Rógvi Baldvinsson hevur spælt 28 dystir á landsliðnum.
- Tað er ordiliga stuttligt. Vit hava spælt fleiri góðar landsdystir í seinastuni. Tað vísir væl saktans, at Føroyar gera okkurt rætt, sigur hann við Aftenposten.
- Eg veit ikki um tað hevur verið eitt mál at koma fram um Noreg, men vit hava fylgt við gongdini, sigur hann.