B36 var favorittur, og B36 vann trivaligan sigur á varmakeldu í Fuglafirði. Úrslitið var 3-0, og øll málini vórðu skorað í átta minuttir fram ímóti steðginum, tá ið ÍF fyrst gav gestunum eitt brotsspark og síðani var illa skipað í verjupartinum, og tað kostaði tvey mál aftrat.
Inntil tá hevði heimaliðið fylgt væl við, og í seinna hálvleiki var nógv tómgongd, tí tað kendist vera greitt, at møguleikin fyri, at heimaliðið fór at svara aftur, var so lítil.
Fyrsta málið skoraði Magnus Egilsson var sera sannførandi brotssparki. Jann J. Benjaminsen legði úr høgru og fram til handara stólpan, har framrættaði B36 spælarin fimm metrar úr málinum og púra óneyðugt varð togaður niður, og so bríkslaði dómarin fyri brotssparki.
Næstu minuttirnar gekk øgiliga skjótt. Taufee Skandari varð skrásettur fyri 2-0 málið, tá ið hann eftir fínt samanspæl smekkaði til úr spískum í høgru, og umvegis málverjan fór bólturin í málið.
Og so var tað eftir horna úr vinstru, at Sonni Ragnar Nattestad var høvdið yvir hinum, tá ið hann við høvdinum sendi bóltin í málið.