Størsti internetbankin í Danmark, sum hevur meiri enn 115.000 kundar, hevur nú broytt navn sítt til Eik Bank Tann 1. desember broytti SkandiaBanken navn og eitur nú Eik Bank. Navnabroytingin er partur av samanleggingini av SkandiaBanken A/S og Eik Bank Danmark A/S, ið formliga fór fram 3. desember.
Við samanleggingini fáa teir meira enn 115.000 kundarnir hjá fyrrverandi SkandiaBanken atgongd til tað besta frá tveimum bankauniversum: Internetbankatænastur og so persónliga ráðgeving, tá størri fíggjarligar avgerðir skulu takast og gerast veruleiki.
-Vit rokna við, at samlaðu tilboðini frá fyrrverandi SkandiaBanken og Eik Bank Danmark gerast ein fyrimunur í kappingini um kundarnar á danska marknaðinum, sigur Marner Jacobsen, forstjóri í Eik Banka P/F og nevndarformaður í Eik Bank Danmark A/S.
Dótturbankin hjá Eik í Danmark, Eik Bank Danmark A/S, varð settur á stovn í 2001, og felagið gjørdi í mai í ár avtalu um at keypa SkandiaBanken.
Kelda: eik.fo