SkandiaBanken nú partur av Eik

Eik-samtakið hevur í dag endaliga avgreitt keypið av størsta internetbankanum í Danmark, ið sostatt er vorðin partur av Eik Eik Bank Danmark A/S, sum er dótturfelag í Eik-samtakinum, hevur í dag formliga yvirtikið størsta internetbanka Danmarkar, SkandiaBanken A/S, við meira enn 117.000 kundum.

Tann 29. mai 2007 gjørdu Eik-samtakið og stóra svenska tryggingarsamtakið, Skandia, avtalu um, at Eik Bank Danmark A/S keypir SkandiaBanken. Øll formlig viðurskifti eru nú komin upp á pláss, og í dag eru endaligu yvirtøkuskjølini undirskrivað í Keypmannahavn. Sostatt er SkandiaBanken endaliga vorðin partur av føroyska Eik-samtakinum.

Endaligi keypsprísurin er 626,3 mió. kr., som eisini er eginpeningurin í SkandiaBanken. Bankin hevur við yvirtøkuna eina solvens á 10,5 procent.

SkandiaBanken verður nú lagdur saman við Eik Bank Danmark A/S, sigur Eik Banki í tíðindaskrivi í dag.