Skansapakkhúsini í Tinganesi umvæld

Í kvøld klokkan 20:30 verður marknasáttmálin millum Føroyar, Danmark og Bretland undirskrivaður. Hetta fer fram í Eysturstovu í Skansapakkhúsinum í Tinganesi, har miðhæddin júst er umvæld og skal nýtast til fundar- og móttøkuhøli

Tá marknasáttmálin millum Føroyar, Danmark og Bretland í kvøld verður undirskrivaður, fer hetta fram í umvældum hølum í Tinganesi. Til staðar eru tá bretski uttanríkismálaráðharrin Anthony Lloyd og danski starvsbróðir hansara Niels Helveg Petersen. Eisini eru løgmaður, landsstýrið, løgtingsins formansskapur, fólkatingsmenn, uttanlandsnevndin, samráðingarnevndirnar og embætisfólk til staðar.


Hølini nýggj

Skansapakkhúsini í Tinganesi, eru júst umvæld. Tað eru tey, ið standa uttast á nesinum. Sostatt verður tað í stásiligum hølum, sum tað eisini sømir seg, at sáttmálin verður undirritaður.

Øll miðhæddin er umvæld. Og hóast sjálv undirritanin fer fram í Eysturstovuni, so verður øll hæddin nýtt, tí nógv fólk verður á samkomuni, og til ber at hava hurðarnar opnar í milum ymsu stovurnar.

Stovurnar eru málaðar í hvítum og døkkum grønum. Ætlanin er, at hølini framyvir skulu nýtast til fundarvirksemi og móttøku.

Dentur hevur verið lagdur á at fáa gamla sniðið fram og Fornminnissavnið hevur eisini verið við í arbeiðinum.

Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri sigur, at neyðugt hevur verið at hava eina javnvág í at varðveita og at hava hølini so nýtilig, sum gjørligt. Hon heldur, at tá hesi hølini nú eru gjørd so snotulig, so merkist, at ymiskt annað eisini treingir til eina bøtandi hond. Men slíkt kemur ikki eftir einum degi, leggur løgmansstjórin afturat.

Innandurðaarkitekturin Sverri Heinesen hevur hjálpt til við arbeiðinum at seta í stand nýggju fundar- og móttøkuhølini. Annars setu tey sjálvi í Tinganesi ein arbeiðsbólk, har starvsfólk sjálvi kundi tekna seg. Og áhugin var stórur, sigur Marjun Hanusardóttir.

Í kvøld verða nýggju hølini tikin í nýtslu, tá marknasáttmálin verður undirskrivaður í Eysturstovu.