Nýggja vælumtókta matstaðið OY á Falkavegi 4 á Hálsi í Havn verður basin hjá fjepparafelagnum "Skansin" í samband við Nations League dystin móti Turkalandi í annaðkvøld klokkan 19.45.
Vánaligu veðurforsøgnirnar hava fingið leiðsluna í Skansanum at taka avgerð um at droppa at hava telt uttanfyri Tórsvøll hesaferð.
Fjepparatiltakið hjá Skansanum byrjar klokkan 16.
Á skránni er andlitsmáling, søla av fjepparalutum o.a.
Tá tað fer at nærkast Nations League dystinum móti Turkalandi á Tórsvølli klokkan 19.45 fara fjeppararnir í skrúðgongu oman á Tórsvøll.
FM1 sendir beinleiðis av Tórsvølli frá klokkan 18. Reportari verður Petur Asbjørn Lervig. Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum. Jens Martin Knudsen verður viðmerkjari.