Gomlu kapitalistaborgirnar á Tvøroyri fingu ein dunnuhyl frammanfyri.Og so eru øll glað.
Gamli skansin í Havn fær nú eisini sín hyl. Men verri enn so øll eru glað. Bara mappumenn í skansaklædningi.
Skansin, sum varð bygdur fyri at verja danskarar í Føroyum móti sjórænarum og, soleiðis just in case, eisini móti føroyingum, skuldi onkur frælsisglóð verið her. Hon var ikki.
Skansin varð eisini bygdur, so danskarar kundu kúga føroyingar í Føroyum.
Skansin, sum gjørdi, at Hitler og hansara menn tordu ikki at taka Føroyar.
Sæð við brillunum hjá Brillumanninum ein skilagóð íløga uttan eykajáttan.
Vit friðarelskandi føroyingar krevja, at skansin fær – frið.
Men nú verður Skansin tikin og settur í skansan.
Skansin, sum skeyt eitt fíggindaflogfar niður undir krígnum. Onnur siga, at flogfarið fekk maskinbrek. Onnur, at manningin vildi ikki aftur til Norra og setti flogfarið á Gøtuvík.
Men vit trúgva sjálvandi søguni, løggildu søguni.
Bretsku krígshetjurnar skutu ránsfuglin niður. Teir høvdu vápnaprógv. Tí raktu teir.
Sjúkur undantiknar elska føroyingar einki meira at hoyra um og lesa um enn kríggj. Heitast er hjartað fyri øðrum heimsbardaga.
Men kortini mótmælti eingin, tá størsta krígsminnið í landinum, flogvøllurin, varð oyðilagt.
Skansin í Havn verjir ongan longur. Tí er bara at bróta niður, men fyrst flyta vitan upp á takið á Eik, og skumpa skansan út á sjógv sum ífylla undir framburðinum.
Minni grót verður at føra av Glyvursnesi, so tey 18 holini á golfvøllinum ikki enda sum eitt stórt hol.
Og tað verður heilt vist eisini mótmælt, at grót, sum hevur ligið á Glyvursnesi síðani langt fyri Jesusbarnsins føðing, skal flytast til Havnar og søkkjast.
Nei, Havnin skal byggja sína havn á mánanum. Har ger hon ongum nakað, og har er eingin at mótmæla.
Bretsku kanónmenninir á Skansanum í Havn dugdu at skjóta. Føroyingar hava skotið, síðani byrsan kom. Nú skulu føroyingar læra at raka.
Vandi er fyri, at eingin hara og eingin fuglur vera eftir, um byrsumenninir raka hvørja ferð.
Í USA fáa børnini byrsu í vøggugávu, at verja seg við. Og vápnaskeið, tá tey verða doypt.
Tá amerikanarar skjóta eftir fólki, raka tey. 21 skot, 21 deyð.
Eins og føroyingar útflyta amerikanarar fólk, sum hava lært eitthvørt og duga tað, tey hava lært. USA útflytur fólk við vápnaprógvi at hertaka minst eitt land um árið.
Biddaragongan heldur fram. Nú verður biddað alt árið til mammur, børn, Posta og bisp.
Gamla plátan, landaplágan um landsliðið, melur aftur. Nú skulu írar og sviar morlast í føroysku fótbóltsmaskinuni.
Tað er, um hon fæst í gongd á degnum.
Vaksnir menn hava nú, í ramasta álvara skal sigast, í tvær vikur mett og vigað og endurmett og vigað nakrar ferðir afturat møguleikarnar.
Taktikkurin er tann sami. Vit byrja við einum stigi. Bólturin er rundur, eisini teir longu bóltarnir og skeivu bóltarnir og allir hinir bóltarnir, sum eru líka nógvir sum lýsingarorðini. Einki er avgjørt, fyrr enn dómarin er liðugur at bríksla.
Tapið seinast var sum vant eitt undantak. Allir høvdu, sum vant, ein offday.
Og tapa vit tvær ferðir nú í eina viku, fær venjarin fýra ár afturat, og president Christian stod ved højen mast.
Nú sigur ST eisini, at kvinnur, sum ikki tíma at arbeiða líka nógv sum menn, skulu fáa somu løn sum menn.
Kvinnur eru líka vánaligir leiðarar sum menn, so tær eiga at sleppa framat.
Kære Helle, fá tær ein sildemat við makrelguffi og hjálp okkum móti ES og Mariu.