Skapið samhaldsfesti í landsskattaskipanini

Landsskattaskipanin er farin av kós. Seinnu árini eru broytingar gjørdar í landsskatta-skipanini, ið hava verið til ógagns fyri vanliga arbeiðaran og vanliga lønmóttakaran, ið hevur lág- ella miðalløn. Henda gongd er ikki haldbar og má skattapolitikkurin broytast fyri at endurskapa álitið millum politisku skipanina og arbeiðarastættina.
Arbeiðarafeløgini vóna og vænta, at skattalættin, ið er fráboðaður fyri 2007, á hesum sinni fer til vanliga arbeiðaran og ikki sum undanfarin ár, har skattalættin serstakliga er farin til høgtlønt, ið hava inntøkur, ið liggja frá áleið 300.000 kr. til 600.000 kr. árliga.
Árslønin hjá teimum, ið eru tímalønt, liggur aloftast millum kr. 100.000 og kr. 225.000 árliga og fara vit við hesum at heita á løgtingið og landsstýrið at bera so í bandi, at landsskattastigin fyri 2007 (fíggjarárið 2007)- verður tilevnaður soleiðis, at tað vera inntøkubólkar, ið hava inntøkur millum kr. 100.000 árliga og kr. 225.000 árliga, ið serstakliga fáa skattalætta í 2007.

Sambært upplýsingum hjá Fíggjarmálaráðnum hevur lønmóttakari, ið hevur havt inntøku uppá kr. 100.000 um árið, seinastu 4 árini (2003-2006), fingið ein samlaðan skattalætta uppá kr. 2.460.

Meðan lønmóttakari við inntøku uppá kr. 550.000 um árið, seinastu fýra árini, hevur fingið ein samlaðan skattalætta uppá kr. 17.445.

Bárður Nielsen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sigur í viðmerkingum til fíggjar-lógaruppskotið 2007 at “Ekspansivi og arbeiðsskapandi fíggjarpolitikkurin seinnu árini hevur tænt sínum endamáli, men verður nú lagdur um, soleiðis at hann ikki virkar ov stimbrandi á búskaparliga virksemið.” Arbeiðarafeløgini kunnu vissa landsstýrismannin í fíggjarmálum um, at ein skattalætti til lág- og miðallønir (løntakarar, ið vinna millum kr. 100.000 til kr. 225.000 árliga) ikki fer at ovurupphita føroyska búskapin, men fer einans at geva fjøld av landsins lønmóttakarum ein tiltrongdan og rættvísan fíggjarligan lætta og gera tað meira lønandi hjá lág- og miðalløntum at arbeiða meira - um so er, arbeiði er at fáa - so meira peningur verður til vanligt neyðugt forbrúk.
Arbeiðarafeløgini mæla staðiliga frá, at skattalættin ikki eins og undanfarin ár, serstakliga verður givin háinntøkubólkum, ið vinna millum 350.000 kr. og 600.000 kr. árliga.
Í t.d. Danmark verður toppskattur latin av inntøku, ið liggur omanfyri kr. 318.700 árliga og halda arbeiðarafeløgini, at danska skipanin við TOPPSKATTI á inntøkur, ið liggja omanfyri uml. kr. 315.000 eisini eigur at setast í gildi í Føroyum, hetta soleiðis at tey, ið fáa hægstu lønirnar, sjálvsagt mugu gjalda meira í skatt enn tey lágtløntu og miðalløntu. Arbeiðarafeløgini mæla tískil til, at nýggjur skattastigi verður gjørdur, har toppskattur svarandi til t.d. 36% ella 37% verður ásettur fyri inntøkur, ið liggja omanfyri uml. 315.000 kr. árliga. Á henda hátt kann tryggjast, at tey, ið hava hægstu inntøkurnar gjalda eitt sindur hægri skatt av seinastu lønar-krónunum enn tey, ið hava lág- og miðallønir. Hetta soleiðis at vit kunnu fáa eitt samhaldsfast vælferðarsamfelag, har breiðu herðarnar bera tyngstu byrðarnar.
Sambært Hagstovu Føroya vóru tað heili 12.331 føroyingar/skattgjaldarar, ið høvdu inntøkur, ið lógu í millum 100.000 kr. og 225.000 kr. í 2004. Tað átti at verið sjálvsagt, at hesir fleiri enn 12.300 borgarar nú fáa sín rættvísa part av givnum skattalættum.
Landsskattastigin fyri 2007 má broytast, soleiðis at skattgjaldingin verður samhalds-føst, rímulig og rættvís.

Tórshavn, hin 18. oktober 2006

Havnar Arbeiðsmannafelag
Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag
Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag
Føroya Arbeiðarafelag