Landsbankin hevur júst almannakunngjørt eina búskaparmeting, har niðurstøðan er, at búskaparvøksturin er við at hasa av á hesum sinni. Álvarsom ávaringartekin eru eisini farin at vísa seg í samfelagnum um hesa gongd.
Høvuðsvinnan stendur í løtuni yvirfyri størstu avbjóðingunum nakrantíð. Millum annað oljuútreiðslurnar eru ovurhonds stórar og trupult er hjá skipunum at fáa endarnar at røkka saman. Ein onnur avleiðing av høgu oljuprísunum er, at húsarhaldsvørurnar eru nógv dýrkaðar, og vit kunnu ikki rokna við, at føroyska samfelagið sleppur undan lønarhækkingum.
Men hvat ger landsstýrið? Hvør er teirra størsta visjón í hesi álvarsomu tíð?
Jú, meðan aðrar inntøkur svíkja, er landsstýrið farið at pilka við ta einastu inntøkuna, sum ikki fylgir við, tá búskapurin annars sveiggjar niðureftir. Málið er at fáa ta tryggastu inntøkuna burtur.
Landsstýrið arbeiðir við at gera yvirtøkur, sum fara at lækka inntøkurnar við 200 mió. krónum um árið. Eitt annað fullveldislandsstýri, sum sat fyri nøkrum árum síðani, hevur til henda dag kostað landskassanum 2,5 milliardir krónur í mistum blokkstuðli, umframt tað, sum fastfrystingin av sama stuðlinum hevur kostað.
Ført hevur verið fram, at hetta merkist ikki í samfelagnum. Nei so leingi sum peningurin varð tikin av einum avlopi, bleiv avlopið bara tað minni. Men nú avlopið er burtur, verður neyðugt at taka peningin av rakstri og íløgum, og tá merkja øll tað.
Eftir mínum tykki er tað lívshættisligt at lækka ríkisveitingarnar sum støðan er í samfelagnum í løtuni.
Fullveldissamgongan hevur longu lagt fyrsta uppskotið um skattahækking fyri tingið, og tann samtyktin skal koma í gildi komandi ársskifti. Men er hetta leiðin at ganga? Er ætlanin hjá landsstýrinum at skatta seg til eitt fullveldi?
Í samgonguskjalinum verður tað kallað “at breiðka skattagrundarlagið”. Tað ljóðar vakrari enn skattahækking, men hvør skal gjalda meira?
Eg vil mæla til, at vit seta í gildi ein skatta- og avgjaldssteðg beina vegin, og at yvirtøkur og niðurskurður av ríkisveitingunum somuleiðis steðga alt fyri eitt. Hetta merkir ikki, at ongar flytingar kunnu gerast í skatti og avgjøldum, soleiðis at okkurt gjaldið fer upp, meðan okkurt annað fer tilsvarandi niður, men samlaðu gjøldini eiga at verða óbroytt.
Undan valinum tosaðu øll um tey bleytu virðini, men fer landsstýrið at fremja allar ætlaðu yvirtøkurnar, og ístaðin at hækka skatt og avgjøld, so verður lítið eftir hjá teimum veikastu í samfelagnum. Heldur átti landsstýrið at brúkt orkuna til at finna nýggjar inntøkur, tí vit kunnu ikki minka okkum til ein búskaparvøkstur.