Skattafrítt at langtíðarútleiga

- Málið er at minka um trotið av bústøðum, sigur landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Kristina Háfoss.

Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Kristina Háfoss, hevur í dag sent eitt uppskot til almenna hoyring, ið hevur við sær, at tað í flestu førum verður skattafrítt at langtíðarútleiga bústaðir.

 

Í uppskotinum verður mælt til, at leiguinntøka verður skattafrí í teimum førum, tá leigað verður út til bústað í longri tíðarskeið, tó við einum hámarki á 150.000 krónur árliga.

 

- Endamálið er at økja um útboðið av bústøðum til langtíðarútleigan, sigur landsstýriskvinnan í fíggjarmálum.

 

Uppskotið er eitt av fleiri átøkum í einum ”bústaðarpakka”, sum landsstýrið ætlar at leggja fram í næstum, og er sostatt ein liður í ætlanunum hjá landsstýrinum at fáa til vega fleiri bústaðir.

 

- Málið er soleiðis at minka um trotið av bústøðum, ið serliga stóri fólkavøksturin seinastu árini hevur havt við sær, sigur landsstýriskvinnan í fíggjarmálum.