Skattalættin fær frið

Eg eri ofta vorðin spurdur, um Tjóðveldi ætlar at rulla skattalættan hjá sitandi samgongu aftur, um flokkurin sleppir til valdið eftir løgtingsvalið 1. september

Eg eri ofta vorðin spurdur, um Tjóðveldi ætlar at rulla skattalættan hjá sitandi samgongu aftur, um flokkurin sleppir til valdið eftir løgtingsvalið 1. september. 

Lat tað vera sligið fast beinanvegin, at ongar ætlanir eru um hetta, sjálvt um tað bert eru tey við høgum inntøkum, ið fáa ágóða av hesum skattalættanum, og hann harafturat er ófíggjaður. Gamaní er pensjónsskattur frá framtíðini fluttur til nútíðina at kompensera fyri vantandi inntøkurnar, men tað er nettupp bert ein flyting og ikki nøkur reell fígging.



Kortini er ikki ætlanin at rulla skipanina aftur til áðrenn seinasta val. Hinvegin ætlar Tjóðveldi, at tey lág- og miðalløntu eisini skulu hava ein skattalætta sum merkist, um flokkurin sleppur til valdið eftir valið.
Og mótsatt skattalættanum hjá samgonguni verður skattalættin til tey lág- og miðalløntu fíggjaður. Tað hendir millum annað við nýggjum landsinntøkum stavandi frá góðu gongdini í  uppsjóvarvinnuni og í alivinnuni.
Undan løgtingsvalinum í 2011 vóru allir flokkar – tó ikki løgmaður – samdir um, at lønarskatturin í Føroyum generelt var ov høgur, og at kostnaðarstøðið var alt ov høgt.


Við øðrum orðum var keypiorkan hjá fólki alt ov lág. Skattalættin – flatskatturin – gjørdi, at keypiorkan hjá teimum frammanundan vælbjargaðu øktist munandi, men tey lág- og miðalløntu eru enn eins illa fyri í so máta og undan valinum í 2011. 

Hetta skal ein nýggjur skattalætti til hesar lønarbólkar bøta um, og økta keypiorkan væntast í sær sjálvum eisini at vera við til at fíggja ein part av skattalættanum, tí hon fer at elva til størri avleiddar skatta- og mvg-inntøkur.

Ingolf S. Olsen
, løgtingsvalevni fyri Tjóðveldi