Skattamálið: Hetta segði Taksstjórin í mai 2016

Tað letur til, at Eyðun Mørkøre hevur broytt frágreiðing í mun til hvat hendi á sumri 2015

Tók Taks eina avgerð í juni 2015, sum gav Eik ein skattafrádrátt á 90 milliónir, ella var eingin avgerð tikin fyrr enn í februar í ár, tá ið Taks segði 0 krónur í frádrátti? 

 

Tað er spurningurin, sum brádliga er blivin ógvuliga relevantur í mun til kjakið um skattamálið hjá Eik. Tí Eyðun Mørkøre, stjóri í Taks hevur fleiri ferðir i vikuni sagt, at Taks als ongan goodwill frádrátt gav Eik banka á sumri 2015. 

Útsøgnin hjá Eyðuni Mørkøre nú um, at Taks ongantíð játtaði goodwill á 477 milliónir í juni 2015, er beint í móti teimum handlingum, sum komu í kjalarvørrinum av skrivinum frá Taks í juni 2015.

 

 

Tí beint eftir hetta sendi Eik rættaðar sjálvuppgávur inn til skattavaldið, har man hevði mett sær goodwillið til fulla upphædd, also 477 milliónir, sum svarar til 90 milliónir krónur í frádrátti. Og Súni Schwartz Jacobsen, fyrrverandi stjóri í Eik og Torben Nielsen, núverandi nevndarformaður hava fleiri ferðir sagt, at skattavaldið hevur tikið hesa goodwill støðu í málinum.  

  

Samstundis takkaðu partar av nevndini í Eik, leiðsluni fyri, at hesir stóðu stinnir í royndini at fáa frádráttin, hóast grannskoðarar mæltu í móti. Tað vísa fundarfrágreiðingar, sum Sosialurin hevur fingið innlit í.

 

Síðani fór Jørn Astrup Hansen úr nevndini í ónøgd um hesa niðurstøðu um goodwill og Spekt noktaði at skriva undir uppá rokniskapa seinni sama ár, tí teir heldur ikki kundu taka undir við goodwillfrádráttinum. Og stutt eftir ársskiftið 2015/2016, fóru Fíggjarligt Støðufesti inn í málið, og vendur sær til Fíggjarmálaráðið í royndini at fáa landsstýrið at taka málið uppaftur, til nýggja støðutakan.

 

Videobrotið, sum tú kanst síggja við at trýsta á pílin omanfyri vísir eisini, at Eyðun Mørkøre sjálvur umrøddi hendingina í juni 2015 sum eina støðutakan - sum Taks mátti taka uppaftur til nýggja viðgerð. Hetta segði hann við Kringvarpið í mai 2016. 

 

So fyri at venda aftur til spurningin – hvør hevur rætt í tí, sum veruliga stóð í skrivinum í juni 2015? Er tað Eyðun Mørkøre og Taks? Ella er tað Bárður Larsen? Og Súni Schwartz Jacobsen, Torben Nielsen, Jørn Astrup Hansen, Spekt, Fíggjarligt Støðufesti og nevndin í Eik, sum øll tulkaði niðurstøðuna í juni 2015 á sama hátt sum bráðfeingisstjórin á Taks nú hevur gjørt?

 

 

Les meira í Vikuskiftis Sosialinum í dag.