Skattamálið hjá Eik: Taks broytt niðurstøðu

Sambært álítandi keldum er Taks komið til eina nýggja niðurstøðu í skattamálinum, sum ikki gevur Eik rætt til 90 milliónir í skattafrádrátti.

Tað eru nú 12 dagar farnir, síðan at Taks sendi Eik sína nýggju niðurstøðu í seinni viðgerðini av skattamálinum hjá Eik. Í Eik hevur man ansað sera væl eftir hesi niðurstøðuni, og eru tað bert fá fólk, sum hava lisið nýggju niðurstøðuna. Fleiri keldur hava tó váttað fyri Miðlahúsinum og Kringvarpinum, at talan er um eina aðra, øðrvísi niðurstøðu enn hana, sum Taks kom til seinast. Í nýggju niðurstøðuni heldur Taks ikki, at Eik hevur rætt til at fáa 90 milliónur krónur í skattafrádrátti sum goodwill yvir 10 ár. 

 

Taks sendi Eik sína fyribils niðurstøða til hoyringar 15. september. Sambært vanligari siðvenju er síðani tvær vikur at viðmerkja niðurstøðuna. Tað vil siga, at um onki undantak verður galdandi, hevur Eik freist til hósdagin at viðmerkja nýggju niðurstøðuna.

 

Hetta er tað, sum Eik arbeiðir við nú. 

 

Nevndin í Eik sat á fundi í allan gjár, og má niðurstøðan hjá Taks verða eitt av málunum á skránni. 

 

Hvør fyribils niðurstøðan hjá Taks er, hevur bankin ikki vilja greitt frá. Sjálvt eigararnir av Eik - TF Holding samtakið og Umboðsráðið í TF Holding - hava ikki fingið niðurstøðuna.   

 

Men sambært álítandi keldum, sum bæði Kringvarpið og Miðlahúsið hava tosað við, er talan um eina aðra og øðrvísi niðurstøðu enn hana, sum Taks kom til á sumri 2015, tá Taks játtaði Eik at sleppa undan at rinda góðar 90 millionir krónur i skatti komandi árini. 

 

Sambært nýggju niðurstøðuni hevur Eik ikki rætt til stóra milliona frádráttin, sum tey annars í 2015 fingu loyvi til frá Taks at draga frá yvir 10 ár sum goodwill. 

 

Súni Schwartz Jacobsen sigur við Miðlahúsið, at hann hevur onga viðmerking til málið so leingi, sum niðurstøðan hjá Taks ikki er endalig. 

 

Miðlahúsið hevur eisini tosað við Arna Brattaberg, formann í nevndini í TF Holding og við Torben Nielsen, nevndarformann í Eik, men hvørgin teirra vil siga nakað um málið.