Skattamálið: Kann enn fáa avleiðingar fyri Eik

Nú hava Føroya fólk leingi bíðað eftir einari endaligari niðurstøðu í skattamálinum frá skattamyndugleikunum, sum tilsamans hava viðgjørt málið í yvir trý ár. 

 

Í vikuni kom so niðurstøðan, goodwill virði 0 krónur. Ein niðurstøða, sum broytir veruleikan heili 90 milliónir krónur. 

 

Men tað letur til, at politikararnir ikki ætla sær at góðtaka hesa niðurstøðuna uttan nakað. Tí í Sosialinum um vikuskifti siga bæði Poul Michelsen og Aksel V. Johannesen, at teir halda Føroya fólk hevur skyldu at fáa innlit í alla niðurstøðuna. 

 

 

Samstundis hava Aksel V. Johannesen og Kristina Háfoss sagt við Kringvarpið, at kanningin, sum nú skal gerast av tilgongdini hjá Taks í málinum, eisini skal hyggja eftir, um málið eigur at fáa rættsliga fylgjur fyri Eik banka. 

 

 

Súni Schwartz Jacobsen, stjóri í Eik sigur, at hann vil ikki kunngera niðurstøðuna og í hansara hugaheimi er málið avgreitt. Men kortini ætlar Eik banki framvegis at føra rættarmálið móti fyrrverandi stjóranum í bankanum, Jørn Astrup Hansen. 

 

Spurningurin er so, hvat kanningin, sum verður gjørd av tilgongdini hjá Taks og juridiska partinum av niðurstøðuni í málinum, kann fáa av fylgjum fyri Taks og Eik banka.