Skattareglurnar fyri føroyingar, ið arbeiða uttanlands, eiga at verða broyttar aftur til tað, tær vóru, áðrenn verandi samgonga framdi broytingar í teimum.
Hesar broytingar kostaðu landskassanum 25 milliónir krónur í minni inntøkum longu fyrsta árið. Orsøkin til hetta er einføld: Síðan broytingarnar, hava nógv, ið arbeiða uttanlands, valt antin at gerast partur av øðrum skipanum, ið ikki geva inntøkur í landskassan, ella at flyta av landinum.
Vit eiga at hava skipanir, ið eggja føroyingum at búgva í Føroyum og brúka sína inntøku her, heldur enn at revsa fólk fyri at arbeiða uttanlands. Vit skulu hava skipanir, ið eggja heldur enn styggja. Vit eiga at hava skipanir, ið fáa føroyingar at kenna seg vælkomnar í Føroyum.
Tí eiga vit at broyta hesar reglur aftur til tað, tær vóru, áðrenn verandi samgonga gjørdi broytingarnar. Vit hava brúk fyri skipanum, ið geva inntøkur í landskassan og samstundis virka stimbrandi fyri okkara arbeiðsfólk.
Jónleyg J. Bech
valevni fyri Sambandsflokkin











