Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur ikki, at tað loysir seg at arbeiða, og tí má skattaskipanin broytast.
- Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at tað skal loysa seg at arbeiða, tí annars er vandi fyri, at tað ávirkar hugin hjá fólki at arbeiða. Og tað hava vit sum samfelag so avgjørt ikki brúk fyri, serliga um hugsað verður um framtíðaravbjóðingarnar at uppihalda vælferðarsamfelagnum, sum krevur nógvar hendur á arbeiðsmarknaðinum, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Tað eru serliga føroyskar kvinnur, sum arbeiða niðursetta tíð. 52 prosent av arbeiðsvirknum kvinnum í Føroyum arbeiða niðursetta tíð, sammett við 43 prosent, 41 prosent og 18,5 prosent í ávikavist Norra, Svøríki og Finnlandi.
Føroya Arbeiðgevarafelag heldur, at tað er eitt áhugavert samanfall, at so nógvir føroyingar arbeiða niðursetta tíð, samstundis sum marginalskatturin á lutfalsliga lágari lønarinntøku er so høgur.
- Marginalskatturin er um 60 prosent av árligari inntøku oman fyri 250.000 krónur, sum ikki kann sigast at vera nøkur høg inntøka, tvørturímóti. Vit tosa tískil um púra vanligar lønir, sum vera ógvuliga hart skattaðar, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag.