Skeinkistøð og matstovur kunnu heilt verða stongd

Løgtingið skal nú gera av, um Helgi Abrahamsen skal fáa loyvi til at skerja virksemið – og at gera av, hvussu nógv fólk skal vera inni

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum, skal nú fáa heimild til at skerja upplatingartíðirnar hjá matstovum og skeinkistøðum. Hann skal eisini fáa heimild til at áseta, hvussu nógv fólk kunnu vera inni á skeinkistøðum og á matstovum. Og hann skal enntá fáa heimild til heilt at steingja matstovur og skeinkistøð.

Hetta er endamálið við einum uppskoti, hann hevur lagt fyri Løgtingið í dag.

Løgmaður hevur sagt, at skulu vit hugsa um at forða fyri, at korona breiðir seg, er tað altavgerandi at hava tamarhald á matstovunum og skeinkistøðunum, tí fólk, sum savnast har, eru tær størstu smittukeldurnar av øllum.

Higartil hevur landsstýrið tvíhildið um, at tey vilja ikki hava ein politistat í Føroyum. Tí vilja tey ikki seta ymisk tiltøk í verk við lóg. Tvørtur ímóti hevur landsstýrið dúvað upp á ábyrgdarkensluna hjá føroyinum og tí hava vit bara fingið nøkur tilmæli um, hvussu vit skulu bera okkum at.

– Vit vilja vísa fólki álit, heldur enn at brúka tvingsil, hevur samgongan sagt.

Men nú er støðan broytt, tí nú vil landsstýrið kortini hava heimild til -heilt ella partvís- at steingja matstovur og skeinkistøð og at gera av, hvussu nógvir gestir kunnu vera inni.

Føroyar lata upp aftur fyri ferðafólki mánadagin, og við økta talinum av ferðafólkum økist smittuvandin eisini. Men broy tist støðan soleiðis, at landið aftur má seta tiltøk í verk at forða fyri smittuspjaðing, er umráðandi at hava røttu heimildirnar til tess, sigur hann.

Ein av hesum er heimildin at avmarka upplatingartíðirnar hjá matstovum og skeinkingarstøðum, og at áseta mest loyvda tal av gestum á matstovum.

Talan kann eisini gerast at steingja matstovur og skeinkingarstøð heilt, versnar støðan so nógv, at tað verður neyðugt, sigur hann. Men hendan heimildin, hann nú biðjur um, er avmarkað, tí hon fer úr gildi aftur 31. mars næsta ár.

Hann sigur, at talan er um eina serliga støðu og tí er neyðugt at hann fær hesa heimildina. Men hann leggur dent á, at tað er avgerandi, at avmarkingarnar, sum verða ásettar, ikki vera størri enn støðan krevur.

Í uppskotinum verður einki sagt um, hvussu tey, sum bróta reglurnar, skulu revsast.  Men annars stendur í í matstovulógini, at tann, sum ikki heldur hana, kann revsast við bót, ella við fongsulsrevsing upp á í mesta lagi fýra mánaðir.

Men er talan um tilvitað lógarbrot, ella er tað framt av grovum ósketni, kann fongsulsrevsingin verða upp í eitt ár.