Skeiv endurgeving í Sjónvarpi Føroya

Í Degi og Viku mánakvøldið og týskvøldið gjørdi Sjónvarp Føroya nógv burtur úr ráðstevnuni hjá Norðuratlantsbólkinum á Christiansborg og leiklutinum hjá Hermanni Oskarsson, sum er formaður í Búskaparráðnum.
Innslagið gav hyggjarunum ta fatan, at Sosialurin nýtti fleiri síður í blaðnum, forsíðuna og »matarlepan« til kritikk móti Hermanni Oskarsson, tí hann skuldi havt sagt, at blokkstuðulin úr Danmark er skaðiligur

Dramatiskt vísti tíðindamaðurin á forsíðuna á Sosialinum, har tað stóð: Øsir danir upp móti føroyingum«. Eisini sóu vit »matarlepan« hjá Sosialinum á hurðini hjá P. A. Restorff í Havn við somu yvirskrivt, sum tíðindamaðurin eisini segði vera »svarið til Hermann Oskarsson«.

Síðani vórðu vístar myndir av tveimum blaðsíðum í Sosialinum, har blaðið prátaði við løgmann, varaløgmann og fíggjarmálaráðharran. Eisini varð víst mynd av blaðhúsinum hjá Sosialinum á Argjum, meðan dramatikkurin um »álopið« á Hermann Oskarsson helt fram.

Í einum hjásetningi varð víst á eitt bræv frá Óla Jacobsen, sum eisini varð prentað í sama blað. Hetta var ein kæra, sum Óli Jacobsen, formaður Fiskimannafelagsins, hevði sent løgmanni. Hetta snúðið seg um Hermann Oskarsson!

Sum blaðstjóri á Sosialinum hvakk eg við! Eg mátti lesa greinarnar umaftur, fyri at vita, um tað var eg ella sjónvarpsmaðurin, ið fullkomiliga hevði misskilt tað, sum stóð í Sosialinum hendan dagin.

Eg gjørdi mær tann ómak at tosa við sjónvarpsmannin dagin eftir, og hann »noteraði kritikkin«. Kortini tók hann afturíaftur »álopið« í Sosialinum í Degi og Viku týskvøldið og vísti á skíggjanum aftur forsíðuna við »ólopinum á Hermann Oskarsson«.
Innihaldið í øllum trimum samrøðunum var um ráðstevnuna hjá Norðuratlantsbólkinum, har løgmaður, varaløgmaður og fíggjarmálaráðharrin vístu á, at teir hildu tað vera skeivt av Tjóðveldisflokkinum at draga føroyskan politikk til viðgerðar í Danmark. Einki varð nevnt um Hermann Oskarsson, uttan í einum setningi í samrøðuni við Bjarna Djurholm.

Í forsíðuávísingini var ikki eitt orð nevnt um Hermann Oskarsson, og tað var heldur ikki tikið við í metingina, tá forsíðan var gjørd, tí høvuðsyvirskriftin snúði eina og aleina um tað, at landsstýrismenninir halda, at Tjóðveldisflokkurin øsir danir upp ímóti føroyingum.

Hinvegin so valdu vit hendan dagin at tosa við Hermann Oskarsson og spyrja hann, hvat hann segði til skuldsetingarnar frá Óla Jacobsen. Hetta kom eisini á forsíðuna, har Hermann Oskarsson segði seg hava »alt upp á tað reina«. Maðurin var álopin í einum opnum brævi til løgmann, og hann slapp at verja seg í Sosialinum.

Tað var søgan um Hermann Oskarsson í Sosialinum hendan dagin. Tað harmar okkum ómetaliga nógv, at Sosialurin skal verða misbrúktur á ein so ósømiligan hátt av Sjónvarpi Føroya í hesum máli.

Eirikur Lindenskov,
blaðstjóri