Skeiv tøl eru brúkt í greining um Russland

Vit hava sæð frágreiðingina frá Fróðskaparsetri Føroya, sum kemur til ta niðurstøðu, at Føroyar hava hall í fiskivinnuavtaluni við Russland.

Vit hava ikki haft góða tíð at lesa frágreiðingina, men skulu í fyrsta umfari bara stutt viðmerkja, at tølini ikki eru røtt fyri søluvirðið av teimum vørum, sum verða framleiddar burtur úr fiskinum frá Barentshavinum. 

Um røtt tøl verða brúkt, vísir roknustykkið at javnvág er í avtaluni millum Føroyar og Russland.

 

Vegna

Verksmiðjutrolararnar í Barentshavinum

Hanus Hansen