?
Høgni Mikkelsen, Býráðslimur, Tórshavn ? ?Tórshavnar kommuna kann ikki keypa allan miðbýðin, læt okkum fáa lív í miðbýðin aftur
22. februar var býráðsfundur, har eitt av málunum var keyp av Skeiva Pakkhús, men tíbetur fall málið við 7 atkvøðum (6 vóru fyri).?Tey, ið vóru fyri at keypa tosaðu nógv um mentan, men ongin tosaði um, hvat fyri mentan skuldi inn í húsið - tá tey blivu spurd um, hvat fyri mentan, varð svarið alt møguligt.?Forkvinnan segði, at Býráðið hevði fingið í boði at keypa húsið fyri 12,5.mill. og at kommunan kundi ikki siga nei, tí at tað handlar ikki bara um pengar. Undirritaði spurdi so forkvinnuna, um hon eisini hevði verið fyri at keypt tað, um kommunan fekk tey í boði fyri 20 mió, men tað svaraði hon ikki uppá.?Leivur Hansen, býráðslimur mælti til at koyra málið í mentamálanevndina, og tað uppskotið fall (3 vóru fyri og 4 ímóti) og 6 býráðslimir tóku onga støðu, 3 av limunum í samgonguni sum sita í mentamálanevndini høvdu onga støðu, og millum tey var forkvinnan Hildur Eyðunsdóttir, so kunnu skattaborgarnir spyrja seg sjálvan hví.?Eg skilji væl hví, tí tey vita ikki, hvat húsið skal brúkast til, men tað er so lætt at keypa fyri skattaborgarans pengar.?Eg vil heita á borgarstjóran um at fylla mentan inn í øll tey gomlu húsini, sum kommunan eigur, og tey eru ikki so fá, áðrenn keypt verður meir (hann sigur, at tað er á veg). Eitt av húsunum sum kommunan hevur átt í nøkur ár er Müllers pakkhús, og tað er ikki liðugt enn, og tað sum er liðugt verður ikki brúkt nógv til mentan. ?Til samgongulimirnar, ger sum Leivur Hansen og taki eina støðu sum tit halda er røtt og ikki lurta eftir borgarstjóranum, tí tá arbeiða tit fyri skattaborgarnar, og tað er tað tit eru vald til.