Skeivar fráðboðanir elva til størri skaða

Fráboðanir um oljudálkingar, koma ikki altíð í rættar hendur og tað elvir til óneyðuga stóran skaða. Tað staðfestir Landsverk, sum tískil minnir á, at tá ið óhapp henda, sum dálka við olju, er tað av alstórum týdningi at boða frá beinanvegin og á rætta staði.

Í sambandi við oljudálkingar á sjónum er rætti myndugleikin Sjóbjargingarstøðin MRCC Tórshavn, men tað er Løgreglan, sum skal hava boð um oljudálkingar á landi.

- Fráboðan um oljudálking á sjónum eru ikki altíð komnar til MRCC Tórshavn, sum lógin tilskilar.

- Hetta er ein trupulleiki, tí tá fáa ikki allir viðkomandi myndugleikar boðini.

Sum oftast er tað dálkarin sjálvur, sum varnast dálkingina fyrst.

- Og tað er avgerðandi, at boða MRCC frá alt fyri eitt og tað er revsivert ikki at boða frá.

Landsverk, ið frá ársskiftinum yvirtók uppgávuna í sambandi við oljubasing, og Umhvørvisstovan, heita sostatt á øll, sum gerast varug við oljudálkingar á sjónum, um beinanvegin at boða MRCC Tórshavn frá.

- Hetta er uttan mun til, um dálkingin er til havs, inni við land ella inni í eini lands- ella kommunalari havn.

Og ikki minst hevur tað týdning fyri at at avmarka avleiðingarnar av oljudálkingini og somuleiðis verður tað bíligari at basa dálkingin.

MRCC Tórshavn boðar síðani øðrum viðkomandi myndugleikum frá.