Hetta er í veruleikanum so langt úti, at um løgmaður ikki setir størri krøv til sínar landsstýrismenn, enn tað, sum Jørgen Niclasen hevur livað upp til, so eigur Kaj Leo Johannesen als ikki at vera løgmaður. Tað kann ikki vera rætt, at ein tilvildarligur deildarstjóri kann brúka milliónir soleiðis, uttan at hvørki aðalstjóri ella landsstýrismaðurin gáar um tað. Hvar er tað ábrygdin hjá landsstýrismanni og aðalstjóra?
Triologiin Jørgen Niclasen, Ólavur í Beiti og Herluf Sigvaldson hava gjørt nógv burtur úr at leka upplýsingar úr Uttanríkisráðnum til Vágaportalin. Avgjørt áhugaverdir upplýsingar, sum vísa, at pressan eigur at verða nógv meira árvakin.
Søgan bleiv ein boomerang til Jørgen Niclasen, og hetta er ein tragisk søga um, hvussu ábrygdarleysir politikarar lata embætismenn misbrúka fólksins skattapengar.
Tað at Jørgen Niclasen heldur tað vera í lagi, at hann fer til hús við eini tríggjar vikur gamlari Iphone4 uttan at gjalda fyri hana, tað sigur nóg mikið.