Skelkandi politisk stempling av Vestmanna skúla

Skelkandi at landsstýrismaðurin í mentamálum óátalaður skuldsetir skúlaleiðslu fyri partapolitiskt valstríð

 

Hans Pauli Strøm, Vestmanna,

løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin

?????????????????????????????????



Tað er ein sjúkligur einræðisandi, sum Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður í mentamálum, avdúkar í samrøðu í Sosialinum leygardagin. Táið øll skúlaleiðslan í Vestmanna stígur fram og ger vart við, at tey eru komin í stórar trupulleikar av tí at ov fáir tímar eru játtaðir til fólkaskúlan, so verða tey høgd niður av landsstýrismanninum, skírd fyri dugnaloysingar, politiskir provokatørar og partapolitiskir lakaiar fyri ein tingmann í bygdini.

Ábyrgdarfult hevur henda skúlaleiðslan røkt sítt starv og roynt at fingið endarnar at røkka saman. Ábyrgdarfult venda tey sær nú til almenningin og greiða frá, at í teirra skúla og aðrastaðni við í fólkaskúlanum er játtaða tímatalið ov lítið, til at tey kunnu røkja allar tær skyldur, sum lógin áleggur teimum, og sum næmingarnir og foreldrini kunnu krevja av teimum.

Landsstýrismaður

tænari ella bøðil?

Landsstýrismaðurin skilir hetta ikki og tolir tað ikki, hann tekur tað sum eitt persónligt fornermilsi og politiskt álop á hann. Hann hevur gloymt, at ein landsstýrismaður eigur at vera fólksins tænari - ikki harri. Og at landsstýrismaðurin í skúlamálum tí eigur at lurta eftir hvat skúlafólkini siga, royna at skilja teirra støðu ? hann eigur at vera teirra fremsti tænari ? ikki teirra dómari og bøðil.

Men júst so reagerar landsstýrismaðurin og heglar tey niður: ?At tað ikki hongur saman í Vestmanna skúla man bera boð um, at leiðslan ikki er nóg dugnalig at fáa tað at hanga saman, og at politisk motiv liggja aftanfyri.?



Sum úr stalinistiskum ákæruriti

Grundgevingin hjá landsstýrismanninum er skelkandi, sum eitt óhugnaligt endurljóð úr stalinistiskum ákæruriti: ?Um tú hyggur at, hvør starvast í Vestmanna skúla, ber beinanvegin til at leggja tvey og tvey saman og finna útav, at politisk motiv liggja aftan fyri. Hetta er onki annað enn tað reina valstríð fyri Javnaðarflokkin...Alt málið er ein størri ætlan í einum valstríði fyri Javnaðarflokkin... Hetta er ikki annað enn tann reina propaganda hjá Sosialinum og Javnaðarflokkinum?.

Hetta sinnisliga skammlopið hjá landsstýrismanninum kemur av, at hann veit, at ein av teim 21 lærarunum í Vestmanna skúla er gift við javnaðartingmanni! Á tann vanvirðing og niðurgerð av skúlastjóranum, báðum varaskúlastjórunum, øllum lærararáðnum, av allari skúlanevndini, av foreldrinum og í veruleikanum av allari bygdini !

Var løgmaður løgmaður, setti hann landsstýrismannin uppá pláss !

Eg haldi henda atburðin móti embætisfólki og starvsfólki í fólkaskúlanum verða so ósømiligan, at ein landsstýrismaður eigur ikki óátalaður at kunna loyva sær slíkt ? ja, tað er so langt uttan fyri alt mark, at tað átti at fingið avleiðingar fyri landsstýrismannin. Sjálvandi átti løgmaður at reagera av sínum eintingum og kravt av landsstýrismanninum, at hann í stundini gav hesum fakliga útspiltu og politiskt mistonkiliggjørdu skúlafólkunum eina treytaleysa umbering. Men tíverri er skilið so, at tað er ongin ið væntar nakað av løgmanni, hann letur alt um seg ganga. Fyri honum kann hesin ólátaði landsstýrismaðurin bara blíva við at gartera, sum honum lystir.


Grýtulappar,

handverk og list

Í samrøðuni í Sosialinum avdúkar landsstýrismaðurin eisini eina reaktionera chauvinismu, tá hann niðurger lærugreinina handverk og list til kventasligt fjant og fjas. Landsstýrismaðurin hevur hoyrt, at skúlaleiðslan ikki longur vil skarva av lærugreinini handverk og list, sum gjørt hevur verið í fleiri ár fyri at fáa tímatalvuna at hanga saman, og nú umhugsar heldur at skera av øðrum lærugreinum. Men ístaðin fyri at royna at skilja boðskapin í tí, sum skúlaleiðslan sigur, er einasta viðmerkingin hjá landsstýrismanninum: ?Eg skilji ikki, hví dreingirnir í Vestmanna skulu sita og binda grýtulappar í staðin fyri at læra føroyskt.?

Niðurgerð av teim skapandi og mentandi lærugreinunum

Fyri tað fyrsta er tað neyvan nakar vandi fyri, at bæði dreingir og gentur í Vestmanna ikki skulu fáa sínar tímar í føroyskum og læra tað væl og virðiliga.

Fyri tað næsta er tað merkiligt, at júst landsstýrismaðurin í mentamálum so háðandi niðurger lærugreinini handverk og list til ?at sita og binda grýtulappar?. Í álitinum til nýggju fólkaskúlalógina verður tann nýggja lærugreinin handverk og list annars lýst sum ein samskipan av ?teim skapandi/ mentandi lærugreinunum?: tilevning, tónleikur, handarbeiði, smíð og heimkunnleiki. Nevndin, sum handaði álitið í 1996, má sigast at hava havt størri mentunarligt víðskygni enn núverandi landsstýrismaður í mentamálum. Hon skrivaði m.a. tá ?at tær skapandi/ mentandi lærugreinarnar nátúrliga eiga at fáa rúmari ræsur og størri gyrði, enn tær hava í verandi fólkaskúlalóg?. Tað áttu tær at fingið við handverk og list í nýggju fólkaskúlalógini. Tað heldur skúlaleiðslan í Vestmanna eisini eftir øllum at døma. Men landsstýrismaðurin er ikki komin longur enn at halda, at hetta er bara grýtulappar, sum raskir dreingir ikki skulu sita og fjasa við.