Oddagrein
Sum tíðin gongur koma alt fleiri avdúkingar um leiklutin hjá teimum nýkonservativu í USA í álopinum á Irak. Eisini verður alt meira avdúkað um leiklutin hjá teimum nýkonservativu í teimum innan- og uttanríkispolitisku broytingunum, sum eru hendar í USA, síðan George W. Bush gjørdist forseti. Teir nýkonservativu hava ta áskoðan, at heimurin er býttur sundur í tey góðu og tey óndu. Meðan Sovjet enn var til, mettu teir nýkonservativu hetta stórvveldi um aðalumboð fyri tað ónda í heiminum og nýttu teir heitið Óndskapsins imperium um Sovjetsamveldið. Tá so múrurin fall og Sovjet fall, tóku tey nýkonservativu heiðurin av hesum søguligu hendingum, hóast allar serfrøðingar siga, at Eysturblokkurin fall orsakað av upploysingini innanífrá.
Tá Sovjet og øll tess sameindu vóru fallin høvdu teir nýkonservativu ongar fíggindamyndir eftir, og í Clintontíðini høvdu teir lítla og onga ávirkan á amerikanskan innan- og uttanríkispolitikk. Men hetta skuldi skjótt broytast. Hendingarnar í Afghanistan og seinni 11. september umframt gongdin í muslimska heiminum sum heild gav teimum nýkonservativu nýggjan vind í seglini. Hóast USA virkið hevði stuðlað Saddam Hussein í krígnum við Iran bæði við vápnum og venjingum, so varð nú knappliga vent í holuni, og Saddam gjørdist ein meginfíggindi hjá teimum nýkonservativu. Teir settu sær fyri at fáa Saddam burtur og harvið fáa ræðið á olju Iraks, ið er hevur stóran týdning fyri USA. Bert eitt kríggj kundi loysa hendan politiska og búskaparliga trupulleika. Sum øllum kunnugt eydnaðist henda strategi, og tí stendur USA í dag upp undir báðar armar í trupulleikum í Irak. Menn eru av álvara farnir at tala um eitt nýtt Vietnam. Nú kann eingin harmast um, at ein harðrendur einaræðisharri sum Saddam verður tikin av ræði, men hinvegin má ein øtast yvir tað hykl, sum her gongur fyri seg, al tann tíð júst teir nýkonservativu hildu lív í hesum sama einaræðisharra í áravís.
Til hesa myndina hoyrir eisini, at USA í stóran mun við sínum nýkonservativa innan- og uttanríkispolitikki sjálvt hevur skapt ella eigur týðandi leiklut í vaksandi muslimsku fundamentalismuni. USA stuðlar teimum harðendu arabisku einaræðislondunum, sum kúga fólkið og eyðræna oljuríkidømið. Einki verður gjørt fyri at broyta samfelagsbygnaðin og tær skipanir, sum so at siga klekja yvirgangsfelagsskapirnar. Hartil kemur so tann syndarligi standurin innanlendis í USA, har tey ríku støðugt gerast ríkari, meðan tey fátøku gerast fátækari. Rættartrygdin er út av lagi, deyðarevsingin er á hædd við Iran, og at kalla alt tað, ið hoyrir einum nútímanssamfelag til av vælferðartilboðum til borgararnar trýtur. Hetta er dapurt, og atburður teirra neokonservativu er skelkandi. Tað er bert ein vón, og hon er, at Demokratarnir vinna valini, ið næsta ár verða til kongressina. Tað hevði kanska kunna fingið USA at vent vandakósini. Og eitt aftrat: tað má ikki henda, at teir neokonservativu eisini fáa valdið í amerikanska hægstarætti. Bara demokratar og liberalir republikanarar kunnu forða fyri tí.
Sosialurin