Skelkandi tøl og eingin politikkur

Oddagrein

Tað vóru skelkandi tøl, sum tann nýggja frágreiðingin um føroyska útlátið avdúkaði. Henda kanning vísir, at vit eru millum tey mest dálkandi samfeløgini í Havnini, og at vit liggja langt framman fyri ídnaðarlondini, sum vit sjálvi ofta hava lyndi at finnast at.

Talan er um tað útlát, sum vit senda í luftina. Henda dálking hevur ávirkan á ozonlagið, sum vit hava hoyrt so nógv um tey seinastu árini, og sum ávirkar veðurlagið so mikið nógv, at fleiri heimsráðstevnur hava verið um henda spurning.

Vit hava ikki havt nøkur tøl, og tí hava danskir myndugleikar gjørt nøkur tøl fyri okkum fyri at halda altjóða samtyktir, men hesi tøl hava vit ikki trúð á, og tí er henda kanningin gjørd, og gott tað sama.

Men tað, sum vit kunnu finnast at, er, at vit hava einki gjørt fyri at seta tiltøk í verk fyri at avmarka hesa dálking. Vit hava jú tey donsku tølini, sum hava avdúkað, at vit dálka illa, og tí kundu vit havt tikið stig til nøkur tiltøk.

Hóast vit nú í fleiri ár hava havt ein lands-stýrismann í umhvørvismálum, sum bara hevur eitt annað málsøki um hendi, er ikki eydnast okkum at reka ein veruliga umhvørvis- og orkupolitikk.

Víst hava vit ein stóran flota, sum eigur meginpartin av dálkingini, 32 prosent, og tað er kanska ikki so nógv at gera við tann spurningin, men einki er at ivast í, at okkurt kann gerast fyri at reinsa útlátið hjá skipunum.

Tað sama er at siga um motorarnar hjá SEV, sum eiga 12 prosent á dálkingini. Harafturat eiga vit at reka ein veruliga orkupolitikk, sum eisini byggir á minni dálkandi orkukeldur.

Vit vita, at vælferðarsamfelagið dálkar, men tølini verða uppaftur meiri skelkandi, tá vit ongan politikk á hesum øki.

Næsta stigið verður so at at gera eina frágreiðing um, hvussu útlátið kann lækka, og heitt verður á landsstýrismannin um at fáa hetta arbeiðið gjørt í stundini!