Skemt og álvari á tingi:

Seinasta nosið frá Sjálvstýrisflokkinum?

 

Tøl eru turr, plaga vit at siga.

Tí var tað kanska heldur ikki so løgið, at onkur tingmaður gjørdist turrur í hálsinum, tá ið atkvøtt varð um fíggjarlógina undir aðru viðgerð á tingi hósdagin.

Andstøðan hevði ein hóp av broytingaruppskotum, sum atkvøðast skuldi um.

Hetta tók sína tíð, og tingfólk høvdu viðhvørt hug at práta eitt sindur millum atkvøðugreiðslurnar - og tá kann tíðin jú gerast uppaftur longri.

Friðarligt og so?

Ein slíkan dag sær tingformaðurin, Finnbogi Ísakson, seg av og á noyddan at biðja tingfólk konsentrera seg um at atkvøða. Hann minnir tey á at tey tekna til og atkvøða.

Júst eina slíka løtu, tá ið tað er so deiliga friðarligt í tingsalinum, søkkur umboð Sjálvstýrisfloksins, Kári P. Højgaard, framyvir til aðra síðuna og ger eitt gevaldugt njós!

Nøkur tingfólk gerast so kløkk, at tey nærmast leypa upp úr stólunum, og hvør veit - kanska hugsaði onkur júst í hesi løtu um ógvusligu bumbingarnar yvir Tora Bora fjøllunum? Men tá ið tey fataðu, at tað bara var Kári, sum nýsti, rungaði láturin í tingsalinum. Og hann gjørdist ikki minni, tá ið tingformaðurin, Finnbogi Ísakson, gjørdi sína viðmerking:

?Hatta mundi vera tað seinasta nosið hjá Sjálvstýrisflokkinum?.!? Og tá helt láturin fram?

Tað tók sína tíð at atkvøða um fíggjarlógina, sum hendan dagin var til aðru viðgerð, men at enda varð hon so samtykt í øllum góðum.

Alt á køksborðinum!

Um tað var jólaveitslan hjá løgtinginum, sum skuldi vera kvøldið eftir, ið kanska skrúvaði ?stemningin? eitt sindur upp, skulu vit lata vera ósagt.

Hinvegin hevur Kári P. Højgaard áður fingið allan tingsalin í látur, t.d. fyrr í heyst, tá ið lógin um postvirksemi var til viðgerðar.

Sjálvur er Kári postmaður, og í heimligum umhvørvi gongur hann undir navninum, Kári-post. So, hann kennir til alt, sum hevur við post og posttænastu at gera.

Tá ið viðgerðin fall á tey smáu posthúsini, kom Kári at siga ein setning, sum eisini fekk allan tingsalin í látur.

Hann tosaði um, hvussu hent tað er hjá fólki úti um landið at fáa postmannin inn á dyrnar, tí her ?fáa tey allan sín tørv nøktaðan á køksborðinum?, sum hann tók til.

Og tá var ikki minni látur í tingsalinum!