Skemtiligt føroyskt dollars

Seinastu tríggjar vikurnar hevur eitt lið av føroyskum og donskum sjónleikarum og leikstjórum verið í Føroyum og tikið upp sjey partar av einari filmsrøð við íblástri frá amerikansku soap-operaini Dollars – við ógvuliga stuttligum úrsliti

Tað er uttan iva fyrstu ferð, at ein galla-premiera av einari raðsending verður hildin í Nólsoy, men tað var júst tað, ið hendi seinasta hóskvøld.

Verkætlanin DOLLARS (fo) var frumsýnd í Royndarhúsinum fyri sjónleikarum og innbodnum – og onkrum einstøkum umboði fyri fjølmiðlarnar.

Talan er um sjey partar, hvør við sínum tema og hvør við sínum leikara í høvuðsleiklutinum sum Blake Carrington – sum eisini er ein av høvuðsleiklutunum í gomlu sjónvarps raðsendingini Dollars.

Ella rættari sagt. Seks partar við hesum, tí í seinasta partinum, sum er upptikin í Nólsoy, lata fólkini handan røðina nólsoyingar sleppa at seta orð á, hvussu raðsendingin skal enda.

Fyrsti partur fer fram í Havn við Magnus Hansen, arkitekti, í leiklutinum sum Blake Carrington. Upptøkurnar fara fram á Fiskavirking, og gjøgnumgangandi í øllum pørtunum eru yvirdádigir gráir parykkar til høvuðsleiklutin.

Ein av treytunum fyri at verða við í upptøkunum var, at fólk ikki skuldu hava royndir innan sjónleik, men hóast tað hepnaðust leiklutirnir sjálvir serstakliga væl. Um leikararnir í røðini so hava verið óvanliga stór sjónleikaratalent, ella leikstjórarnir bara hava duga so væl at leikstjørna, skal ikki verða sagt, men væl riggaði.

 

Valdu Føroyar

Tað eru teir báðir, Tue Biering og Jeppe Kristensen, sum eiga hugskotið aftan fyri hesa røðina. Teir valdu sær Dollars út at parodiera, og síðani granskaðu teir ymsar heimspartar og ymisk heraðshorn fyri at finna røttu »location«.

- Valið fall so á Føroyar, tí her eru møguleikarnir so góðir, og eg má siga tað, at vit eru púra ovfarnir av blíðskapinum her í landinum, eins og náttúran hevur bergtikið okkum, sigur Jeppe Kristiansen.

Teir báðir kendu framman undan Maritu Dalsgaard og Beintu Clothier, og saman við donsku Gry Guldager Jensen skaptu teir eitt team, sum síðani hevur ment upprunaliga hugskotið við Dollars raðsendingini.

Blake Carrington gongur aftur í øllum pørtunum, meðan hinir leiklutirnir skifta nakað. Men somu leikarar – burtursæð frá Maritu Gry Guldager og Beintu – koma ikki fyri í meira enn tí eina partinum.

- Tað var ikki spesielt tí tær báðar, Marita Dalsgaard og Beinta Clothier, eru føroyingar, at vit valdu tær. Tað var tí, at vit kendur tær framman undan, og vit vistu, at tær eru dugnaligar. At tær so eisini eru føroyingar, var bara eyka bonus, siga Tue Biering og Jeppa Kristiansen.

 

Sjey locations

Sum nevnt varð byrjað í Havn, og hvussu leikararnir vóru rekruteraðir, var eitt sindur hips um haps.

Eg veit ikki, eg kom upp í hetta í veitslulag á ólavsøku, tá Marita spurdi, um eg ikki hevði hug at royna meg sum sjónleikara. Tað kundi eg sjálvandi gott, men eg má siga, at eg gjørdist eitt sindur kløkkur, tá eg kvøldið eftir varð uppringdur og biðin um at møta tíðliga til upptøkur morgunin eftir, sigur Magnua Hansen, sum altso leikti Blake í fyrsta partinum.

Úr Havnini var farið til Vágar, har nýggj fólk fyltu teir tríggjar leiklutirnar, sum gingu aftur gjøgnum allar partarnar, tó sum nevnt bart við Blake, sum afturvendandi karakteri.

Sum nevnt var ein treyt, at leikararnir ikki skuldu hava royndir framman undan, men kortini sást Rudolf Joensen í leiklutinum sum Blake Carrington, tá filmsliðið var komið til Klaksvíkar.

- Har komu vit stutt sagt í neyð, tí tann, sum skuldi spæla Blake Carrington, leyp frá í síðstu løtu, og so mátti handlast skjótt. Tí gjørdist tað Rudolf, sum var við í tí partinum, sigur Marita Dalsgaard.

Tríggir teir fysrstu partarnir vóru rættiliga trúgvir móti uppruna raðsendingini, men tá vit komu til fjórða part, sum fer fram á Sandoynni, kendi tú knappliga aftur ein kendan politikarar, hvørs politiska høvuðsmál er at fáa bora ein undirsjóvartunnil út í Sandoynna.

Men hóast motivið nú er meira føroyskt, er andin í røðini ikki sleptur.

 

That’s all Folks!

Ein partur verður spældur í Kollafirði, og har verður vent aftur til Denver, Colorado, og tann burturvilsta sonin. Hetta er kanska hin stuttligasti parturin, møguliga tí Asbjørn Johansen, sum hevur leiklutin sum »burturvilsti sonurin« hjá Blake Carrington so týðiliga er eldri enn pápin, og tí hann megnar so mega væl at halda maskuna.

Í seinasta veruliga partinum eru vit aftur í Føroyum. Tað er Heðin Zachariasen, sum vit annars kenna best frá Løgtingsins røðarapalli, ið nú er Blake Carrington, og hann missir allar sínar ognir, eisini sítt elskaða EB/Streym til arvafíggindan Cecile Colby.

Dentur verður alla tíðina lagdur á, at talan er um amatørleik, og fyri at eingin skal vera í iva um hetta, ganga ljóðmenn og upptøkufólk alla tíðina og mala í myndini. Mikrofonirnar koma í heilum í myndina, so tað verður ein blandingur av Benny Hill »fald-på-røven« humor og Pipar og Salt upp á tað besta.

Hugskotið er genialt og tað er framleiðslan eisini. Allir leikarar koma væl frá sínum leiklutum, sjálvandi summir eitt sindur betri enn aðrir, men avgjørt eingin fellur ígjøgnum. Flott avrik, ikki minst tá hugsað verður um, at tíðin at fyrireika seg ikki hevur veið hin mesta.

Seinasti parturin er tikin upp í Nólsoy, og hann byrjar við, at Beinta Clothier beint út sigur, at tey hava ikki funnið upp á endan enn. Og so fáa nólsoyingar anars loyvi at geva sítt boð upp á, hvussu røðin skal enda.

Heilir átta sluppu at geva sítt boð um endan á Dollars (fo), og har er alt frá fronskum vínslotti til Føroyar í mjørka. Og – in the final analysis er endin væl: That’s all Folks!